Vanligi føroyingurin vil hava Jógvan Fríðriksson til bisp

Slapp vanligi føroyingurin at velja bisp, og var valið nú, lhevði Jógvan Fríðrikson vunnið stórsigur, vísir ein veljaraanning hjá Sosialinum

Hevði vanligi føroyingurin sloppið framat valborðinum, nú okkara næsti bispur skal veljast, hevði ongin ivi verið um úrslitið.

So hevði Jógvan Fríðriksson verið valdur til bisp og tað við einum heilt greiðum meiriluta.

Ein veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, vísir, at næstan annarhvør føroyingur, sum hevur tikið støðu til bisbavalið, vil hava Jógvan Fríðriksson til bisp, hevði vanliga fólkið sloppið at valt og hevði val verið nú.

Í kanningini eru 621 tilvildarligir føroyingar yvir 18 ár, spurdir, hvønn tey vilja hava, skal vera okkara næsti bispur.

Av teimum halda 32,5% at tað skal vera Jógvan Fríðrikson, prestur á Gjaranesi. Næststørstu undirtøkuna fær Marjun Bæk, prestur í Kvívík, við 13,2% av atkvøðunum og beint í hølunum á henni liggur Bergur Debes Joensen, prestur í Havn, við 12% av atkvøðunum.

Hini trý valevnini fáa undirtøku frá færri enn 10% av fólkinum.


Nøkur í iva

Kortini skal leggast afturat, at nógv fólk hava ikki tikið endaliga støði. Soleiðis siga 11,4% av teimum spurdu, at tey vita ov lítið til at taka støðu og so eru eisini nøkur, 3,7%, sum ivast ímillum tvey, ella fleiri valevni.

Men kanningin vísir eisini, at av teimum, sum hava tikið støðu, eru tað heili 45%, ella næstan annarhvør føroyingur, sum vil hava, at Jógvan Fríðrikson, skal vera ovasti embætismaður í kirkjuni. Hinvegin vilja 18,3% hava Marjuna Bæk til Bisp og 17,6% vilja hava Berg Debes Joensen.

Men nú er tað so, at tað er ikki vanliga fólki, sum sleppur at velja bisp. Tað eru tey gott 400 fólkini, sum manna kirkjuráðini og prestaembætini. Og, hvussu tey far at velja, fáa at vita fyrst í næsta mánað.