Vantandi fígging partur av trupulleikanum

Ov trongur lønarkarmur fyri økið er partur av trupulleikanum við vantandi heilsufrøðingi á skúlanum á Ziskatrøð, ásannar Mary í Garði, stjóri fyri Heimarøktina og Serforsorgina


Mary í Garði, stjóri fyri Heimarøktina og Serforsorgina, sum varðar av heilsufrøðingaskipanini ásannar, at vantandi fígging er partur av trupulleikanum við at nøkta tørvin á heilsufrøðingar til skúlar í Føroyum. Ein onnur orsøk er, at skipanin virkar á ein hátt, har tað illa letur seg gera at leggja øki inn undir hvørt annað, og á tann hátt fáa tørvin nøktaðan.
Afturvendandi trupulleiki
Heimarøktin og Serforsorgin hevur fleiri ferðir gjørt Almanna og Heilsumálaráðið varugt við trongu fíggjarligu karmarnar hjá heilsufrøðiskipanini, men uttan úrslit.
- Spurningurin er eisini, um vit hava dugað nóg væl at grundgivið fyri støðuni, tí øll skipanin sum hon er, er afturúrsilgd tá tað ræður um at fáa eina neyva mynd av støðuni, ásannar Mary í Garði.
Spurd um ikki tað, at 387 næmingar í Klaksvík í løtuni standa uttan heilsufrøðing ikki er ein nóg góð grundgeving sigur Mary, at tað átti tað sjálvandi at verið.
- Tað er avgjørt ikki í lagi, at ongin heilsufrøðingur er á skúlanum í løtuni, men vit arbeiða við málinum og søkja í næstun eftir einum heilsufrøðingi, sigur Mary. Hon harmast um at foreldur og skúli í Klaksvík ikki vórðu kunnaði um støðuna frá byrjan, og viðgongur, at um so er, hevur samskiftið svikið á onkran hátt.
Mary vísir á, at trupulleikin við vantandi heilsufrøðigum javnan stingur seg upp á skúlum kring landið. Í løtuni eru tey í ferð við at endusskoða alla skipanina fyri at fáa greiðu á, um ein umskipan kundi loyst part av trupulleikanum.
- At so fáir útbúnir heilsufrøðingar eru, er eisini ein trupulleiki, men í hesum føri hevði tað verið frægari enn onki at fingið ein sjúkrarøktarfrøðing at taka hetta vikariatið á Skúlanum á Ziskatrøði í Klaksvík, heldur Mary í Garði