Franski tennisspælarin, Marion Bartoli, sum serliga gjørdist kend eftir at hon vann Wimbledon í 2013, hevur tapt seg somikið nógv, at hon ikki er til at kenna aftur.
Tað mátti hon herfyri ásanna á einum flogvølli í London, har trygdarfólkini ikki kendu hana aftur á passmyndini. Hon noyddist at vísa fleiri pappír fram áðrenn hon slapp ígjøgnum.
Við tíðindablaðið Gala sigur Marion Bartoli, at hon hevur tapt seg 22 kilo – frá 73 niður til 51 kilo. Hon sigur, at hon hevur fingið hugskotið at eta glutenfrítt frá Novak Djokovic.
Hóast Marion Bartoli einans er 31 ára gomul, so er hon longu givin við at spæla tennis. Tó er tað kanska bara fyribils, tí fyrr í ár segði hon seg umhugsa at byrja aftur.