Varðin hevur nú keypt Gitte Henning

Seinastu dagarnar hava fólk frá P/F Varðanum verið í Skagen í sambandi við yvirtøkuna av danska uppsjóvarskipinum Gitte Henning.

Ætlanin var, at Varðin skuldi leiga danska uppsjóvarskipið, men felagið upplýsir nú, at neyðugt var at keypa skipið og skráseta tað í føroysku skipaskránni fyri at fáa flutt føroysk fiskirættindi til skipið, upplýsir reiðaríið á heimasíðuni.

Tróndur í Gøtu, sum hevur fingið maskinskaða og fer at liggja við bryggju til komandi vár, og tí ætlaði P/F Varðin at gera avtalu við eigaran av Gitte Henning um leigu av skipinum.

Á Varðanum eru tey sera spent at síggja, hvussu skipið fer at roynast, og tí at talan er um nýtt skip, verður góðskan vónandi fyrstafloks, skrivar reiðaríið.

– Av tí at avgerð ikki er tikin, um skipið verður verandi í flotanum, fer skipið at eita Gitte Henning 1, skrivar reiðaríið.