Maðurin var farin inn á sjúkrahúsið og hevði eina atferð, sum órógvaði bæði í forhøllini og uttanfyri. Løgreglan kom á staðið, og maðurin varð skuldsettur.
Vaktleiðarin á politstøðini greiðir frá, at harumframt varð ein bilførari í Suðurstreymoy tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.
Í miðbýnum í Havn var lagið eina løtu í nátt heldur keðiligt, og løgreglan metti tað vera neyðugt at vera sjónlig og sissa fólk, áðrenn støðan menti seg. Tað eydnaðist uttan stórvegis uppíblanding, sigur vaktleiðarin.
Annars sigur løgreglan, at stóru tiltøkini í gjár, millum annað Sjómannadagurin í Klaksvík og Urðardansur, gingu væl, og einki serligt er at frætta frá teimum tiltøkunum.











