Ávara ímóti at lata privat monopol avloysa almenn monopol

Ein væl eydnað einskiljing krevur rætta javnvág millum almenn og privat áhugamál og skal skapa eina ?win-win situatión? fyri samfelagið so væl sum fyritøkuna og starvsfólkini, varð millum annað ført fram undir ?Ráðstevnu um einskiljing av almennum fyritøkum? í farnu viku

Privatisering av almennum fyritøkum er vorðið eitt heitt evni, ikki minst aftan á eina ráðstevnu sum Føroya Banki skipaði fyri seinasta fríggjadag, sama dag sum tíðindi annars spurdust um eitt møguligt ?management buyout? á Føroya Fiskasølu. Í mun til nógva aðrastaðni hevur upphitingin av hesum evni í Føroyum verið ógvuliga leingi ávegis, eins og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, undirstrikaði á ?Ráðstevnu um einskiljing av almennum fyritøkum.? Á ráðstevnuni fingu leiðandi politikarar, embætisfólk og onnur høvi til at hoyra um ítøkiligar royndir í okkara grannalondum hvat viðvíkur einskiljing av almennum fyritøkum, bæði innan fiskivinnu, oljuvinnu og fíggjarvinnu.

»Endiliga tykist tað sum at nakað er við at henda,« staðfesti Djurholm yvir fyri tíðindafólki undir einum steðgi millum fyrilestrarnar. »Hetta hevur bíðað rættiliga leingi? Men nú er gongd við at koma á.«

Djurholm, sum setti stevnuna, segði nøkur innleiðandi orð um ætlanirnar hjá Landsstýrinum um einskiljingar, og nevndi Føroya Tele sum ein upplagdan kandidat. Viðvíkjandi Fiskasølu og Fiskavirking nevndi hann møguleikan at hesi aktiv hjá Framtaksgrunninum verða partvis privatiserað, at tað almenna í fyrstu syftu varðveitir ein meiriluta av partabrøvunum.

Meira enn 70 fólk vóru komin saman til ráðstevnuna har fýra framstandandi og væl informeraðir fyrilesarar við royndum frá arbeiði í sambandi við privatiseringar løgdu fram nógv av tí sum er at siga um evnið: Keld Askær við grønlendskum royndum, Olav Fjell við norskum royndum, Stéfan Jón Fríðriksson við íslendskum royndum og Erik Bonnerup við donskum royndum.

Mong orð fullu ið uttan iva góvu tilfar at hugsa um fyri løgmann so væl sum meginpartin av Landsstýrinum og einum parti av Løgtinginum umframt umboðum fyri almennar fyritøkur, stovnar og grunnar. Men, eins og allir fyrilesararnir vóru á einum máli um, hvør tann einasta einskiljingin setir sínar egnu serligu treytir fyri at eydnast; tað finnast ongar einskiljingar ið eru heilt eins.


Nr 7 í Europa

Hugsa vit um almennar fyritøkur innan fiskivinnu, so kunnu royndirnar og ætlanirnar hjá grønlendingum ikki annað enn hava áhuga fyri føroyingar.

»Tað gevur onga meining at privatisera bara fyri at privatisera,« segði Keld Askær, stjóri í Royal Greenland. »Í sambandi við einskiljing av almennum fyritøkum er tað neyðugt at taka bæði politisk og handilslig atlit.«

»Allastaðni í vesturheimsins ídnaðarlondum hevur spurningurin um arbeiðsbýtið millum tann almenna og tann privata sektorin verðið umhugsaður. Privatisering er áhugavert tá talan er um virksemi har kapping og marknaðartreytir hava møguleikar at virka. Tað er høpisleyst at broyta eina situatión frá einum almennum monopoli til eitt privat monopol. Tað hava vit sæð dømir um í tí russisku skipanini, og tað gevur trupulleikar og órímilig kapitalbýti.«

»Men virka marknaðar mekanismurnar, so er privatisering ein møguleiki ið tað framkomna samfelagið kann gera nýtslu av, tá tað vil minka um tann almenna sektorin og beina burtur bürokratiið í tí sambandinum. Mín fyritøka er í dag almenn ogn og er um nakar í einari kappingarstøðu, so tær grundleggjandi treytirnar fyri at tosa um privatisering eru til staðar. Royal Greenland er eitt handilsligt virki, eitt partafelag. Við einum partafelag fylgir ein røð av skyldum bæði fyri nevnd og dagliga leiðslu. Vit skulu røkja felagið og tess áhugamál undir ábyrgd yvir fyri eigarunum. Tað merkir at felagsins leiðsla hevur skyldu til at útføra hvat hon finnur er best fyri felagið og tess menning. Stutt sagt: Har má vera okkurt at einskilja áðrenn tað er áhugavert at tosa um, nevniliga ein góð vinnufyritøka ella ein góður vinnumøguleiki undir marknaðarligum treytum.«

Sum stjóri í KNI hevur Askær verið við í einari lutvísari privatisering av hesum felag, og hann greiddi frá um konfliktir millum áhugamál ið koma undan kavi tá eitt felag hjá heimastýrinum sum eisini hevur tikið sær av ikki-handilsligum uppgávum skal einskiljast. Hann greiddi eisini frá um virksemið hjá Royal Greenland sum altjóða veitari av fiskavørum og um tær stóru avbjóðingarnar á marknaðinum, ikki minst hvat viðvíkur íløgum og marknaðarføring.

Royal Greenland telist millum tær sjey størstu seafood fyritøkurnar í Europa. Tann árligi umsetningurin hjá Royal Greenland liggur um 4 milliardir krónur; vinningurin áðrenn skatt hevur tey seinastu árini ligið um 100 milliónir.


Klívast í tvey

»Vit hava við okkara umhugsanum í Royal Greenland verið runt alla kumpassina, tá talan er um framtíðar eigaraskap, herundir eisini møguleikarnar fyri einskiljing. Lat okkum tí hyggja at fyritøkuni Royal Greenland fyri at fáa eina mynd at taka støði í, eisini hvat viðvíkur møguligari privatisering. Lat meg byrja við tí sum tað snýr seg um, nevniliga okkara produkt og okkara produkt heilt úti hjá brúkaranum, har smakki- og sjónarupplivilsið stendur í miðdeplinum. Vit eru nógva staðni á knøttinum, vit hava framleiðslu, sølu og rávøruveiting spreiddar víða um í heiminum. Vit fiska sjálv ein munandi part av okkkara vørum, og føra tær saman við innkeyptar rávørur í tilvirkaðum standi til marknaðir hjá teimum heilt stóru detailhandlunum fyrst og fremst í Europa, men eisini fyri ávís produkt aðrastaðni í altjóða handli. Sum liður í strategiini hjá Royal Greenland hevur nevndin viðtikið fylgjandi visión, missión og virðisgrundarlag, sum eg ikki her fari úti í detaljur við, men endurgevi í stuttum, nevniliga at vit í Royal Greenland vilja virka sum ein lønsom og ávirkandi seafood fyritøka í einum altjóða marknað.«

Við atliti til privatisering, segði Askær víðari at í teimum væl eydnaðu royndum hann hevur sæð, bæði í Grønlandi og aðrastaðni, er felags nevnarin ein góð javnvág millum almenn og privat áhugamál.

»Hvat er tað vit vilja koma fram til? Hvat er tað vit kunnu geva samfelagnum? Og hvat kunnu vit geva felagnum, soleiðis at vit fáa eina win-win situatión? Málið fyri eina væl balanseraða einskiljing av Royal Greenland snýr seg um at optimera nyttuna av grønlenskum náttúrutilfeingi; at gagnnýta tann etableraða marknaðar og produkt plattformin hjá Royal Greenland m.a. gjøgnum víðkan av sølukanalum fyri grønlendskar rávørur; at menna verandi og komandi relatiónir við dominerandi aktørar á seafood marknaðinum fyri matvørusektorin sum heild; at minka um ella burturbeina búskaparligar váðar fyri Landsstýrið í sambandi við møguligar øktar íløgur í virksemi felagsins; at tryggja ?brandið? hjá Royal Greenland so at tann beinleiðis handilsligi fyrimunurin verður varðveittur og aðrir fyrimunir við ?brandinum? beinleiðis stuðla øðrum vinnuvirksemi hjá tí grønlandske samfelagnum; og at í pørtum av fyritøkuni víðka aktivt medeigaraskap fyri leiðslu, medarbeiðarar og fiskimenn.«

Sum møguliga framtíð fyri Royal Greenland var Askær inni á møguleikanum at klíva felagið í tveir høvuðspartar, ein við virksemi fyrst og fremst í Grønlandi og ein við altjóða virksemi. Í tí ?heimliga? partinum verður út frá hesum modelli tað grønlendska heimastýrið høvuðseigari, meðan starvsfólk, fiskimenn og íleggjarar annars eru minniluta eigarar; í felagnum við altjóða produkt-, marknaðar- og distributiónsvirksemi kann til dømis eitt altjóða matvørusamtak eiga meirilutan av partabrøvunum, meðan eitt alment grønlendskt felag eigur ein minniluta part.

»Eitt tílíkt modell hevði kunnað givið greiðar fyrimunir fyri allar partar? Royal Greenland er eitt aktiv í tí konsolidering í seafood vinnuni sum nú er ávegis; hetta hevði loyvt einari kapitalisering á Royal Greenland navnið; Landsstýrið hevði varðveitt sína ávirkan á gagnnýtsluna av fiskitilfeinginum; og skuldin hevði minkað í einum almennum felag.«

»Við øðrum orðum: okkurt má vera at privatisera, altjóða marknaðurin ræður í veruleikanum, og politikarar og vinnulívsfólk við visiónum kunnu skapa loysnir við góðari javnvág til gagns fyri samfelagið, felagið og starvsfólkini.«


?Privat monopol verri?

Olav Fjell, fyrrverandi stjóri í Statoil, var millum teirra sum stóðu á odda fyri børslistingini og umskipanini í 2001 av tí statliga eigaraskapinum av felagnum; hetta varð útført gjøgnum at felagið frá statinum yvirtók partabrøvini, sum samstundis vórðu privatiserað partvís. Millum annað gongdini í hesum greiddi Fjell frá og vísti somuleiðis á at ein fyritøka sum Statoil, fyri at standa seg í altjóða kapping, má gerast leys av órógvandi uppílegging ella stýring frá politiskari síðu. Tann stóra menningin av felagnum síðani ta lutvísu privatiseringina hevur eisini staðfest hetta, segði Fjell, sum eisini gav eina meting av samfelagsligum fyrimunum av privatum, heldur enn almennum, eigaraskapi. Sum fyrrverandi fíggjarstjóri hjá Kongsberg Våpenfabrikk umframt fyrrverandi stjóri fyri Postbanken, ið eru almennar fyritøkur, hevur tann núverandi stjórin í fíggjarfyritøkuni First Securities innlit í nógv viðurskifti av týdningi í sambandi við privatiseringar og almennar fyritøkur.

Aftan a Fjell fyrilas Stefán Jón Fríðriksson, sum er deildarstjóri í tí íslendska Fíggjarmálaráðnum; hann hevur sum skrivari í einari serligari einskiljingarnevnd havt ein virknan leiklut í teimum sera umfatandi privatiseringunum av tí íslendska fíggjarmarknaðinum tey seinnu árini. Hann tók millum annað samanum hvussu tað almenna eigaraskapið í útlánsgrunnunum varð yvirført til tann privata sektorin, og hvussu hetta sum heild hevur ávirkað samfelagið og vinnulívið. Spurningin um prísseting av bankum og leiklutin hjá tí íslendska virðisbrævamarknaðinum í sambandi við privatiseringarnar, tók hann somuleiðis upp, og segði harafturat frá hvørjar hugsanir eru frammi tá tað snýr seg um spurningin um møguligt útlendsk eigaraskap í íslendskum peningastovnum.

Erik Bonnerup, formaður fyri Privatiseringsrådet og fyri Fondsrådet, helt tann seinasta fyrilesturin á ráðstevnuni. Bonnerup, sum er fyrrverandi deildarstjóri í tí danska Fíggjarmálaráðnum og fyrrverandi stjóri fyri Administrationsdepartementet, var stjóri fyri Statsanstalten for Livsforsikring tá tann danski staturin, í 1990, seldi Statsanstalten til Baltica Forsikring. Bonnerup helt fram sum stjóri í Baltica og síðani Danica, tá tað felagið varð yvirtikið av Danske Bank. Nógvir føroyingar kenna annars Bonnerup sum fyrrverandi formann í ?Statsministeriets rådgivende udvalg vedrørende Færøerne?.

Í sínum fyrilestri vísti Bonnerup millum annað á týdningin av skilagóðari umhugsan og planlegging áðrenn endaligar avgerðir verða tiknar um privatiseringar.

»Tað finnist bara eitt sum er verri enn eitt alment monopol,« segði Bonnerup »og tað er eitt privat monopol.«