Amerikanska uttanríkisráðið bað í gjár allar amerikanskar ríkisborgarar kring heimin um at vera á varðhaldi í dag, nú eitt ár er liðið síðani yvirgangsatsóknirnar í New York og Washington.
Í USA hava myndugleikarnir tikið fleiri stig, sum skulu forða yvirgangsmonnum at gera vart við seg á ársdegnum. Serliga loftferðslan hevur fingið boð um fleiri trygdartiltøk. M. a. er avgjørt, at einki flogfar sleppur at flúgva ov nær Washington ella New York, og ferðafólkini í flogførunum skulu sita í stólinum ein hálvan tíma undan fráferð og ein hálvan tíma, áðrenn flogfarið lendir. Í sjálvum floghavnunum er eftirlitið munandi styrkt.
Ávirkar oljuna
Samstundis sum amerikansku myndugleikarnir í gjár ávaraðu um møguligar atsóknir í dag, søgdu serfrøðingar á oljumarknaðinum, at vandin fyri atsóknum kann fáa oljuprísin at hækka nógv. Teir halda kortini, at hendir einki óvanligt hesa vikuna, fer prísurin at halda sær á verandi støði.
Men amerikanska hóttanin um álop á Irak hevur eisini týdning fyri oljuprísin og harvið heimsbúskapin. Marknaðarserfrøðingar siga, at oljumarknaðurin er longu ógvuliga strongdur orsakað av amerikansku álopshóttanini, og at eitt álop fer at senda prísin upp ígjøgnum. Ein av teimum fremstu serfrøðingunum á altjóða oljumarknaðinum, Herman Franssen, segði í gjár, at eitt amerikanskt álop á Irak kann taka beinini undan oljumarknaðinum, so hann gerst frá sær sjálvum, sum hann tók til.