? Tað er óðamannaverk av kommunum at gera stórar íløgur í útgerðarhavn, ella í eina komandi oljuhavn.
Hetta er boðskapurin frá Eyðuni Elttør, landsstýrismanni í oljumálum, til allar tær nógvu, føroysku kommunurnar, sum longu eru farnar at spekulera í møguleikunum, sum liggja í teirri oljuvinnu, sum eftir øllum at døma er á veg-men sum kortini ikki er komin enn.
Síðani tað bleiv greitt, at møguleikarnir fyri at finna olju undir Føroyum er so mikið stórur, at farið verður at leitað av álvara komandi ár, eru tað fleiri føroyskar kommunur, ið hava sæð hetta sum ein ógvuliga góðan og lønandi vinnuligan møguleika, ið kundi verið eitt upplagt alternativ til fiskivinnuna.
Tí eru tað fleiri kommunur, sum nú í nøkur ár hava arbeitt av kraft fyri at gera vart við seg hjá oljufeløgunum og summar teirra hava ikki brúkt sørt av pengum til hetta endamál.
Somuleiðis eru tað kommunur, sum eru farnar undir beinleiðis íløgur fyri at útvega sær tann útbúnað, sum skal til, fyri at lúka treytirnar, sum oljufeløgini seta til s´líkar havnir.
Hendan kappingin um at gera oljuhavn, hevur meiri enn einaferð reist spurningin, antin tað ikki átti at verið ein landspolitisk uppgáva at gjørt av, hvar ein oljuhavn skuldi vera.
Eitt nú hevur verið hugsað um hetta í einum økismenningarligum høpi.
Tankarnir hava m.a. leitað til Noregs, har ið gongdin var tann sama í Føroyum:
Tá ið oljuvinnan nærkaðist, fóru kommunurnar at tevja gull, og nógvar teirra gjørdi risastórar íløgur fyri at gera seg út til oljuhavn.
Men hjá mongum brestir ætlan, tí oljuhavnirnar blivu ógvuliga fáar og nógvar kommunur eru tískil komnar í ovurstórar, fíggjarligar trupulleikar av øllum íløgunum, sum tær gjørdu, tí at tær væntaðu fong.
Nógv hava óttast fyri, at sama gongdin fór at taka seg upp í Føroyum.
Men higartil hevur boðskapurin úr landsstýrinum verið greiður:
Tað er ikki ein politisk uppgáva at áleggja oljuvinnuni at brúka ávísar havnir. Tí vinnan best sjálv, hvar ein oljuhavn liggur frægast fyri.
Endar uttan iva í Havn
Nú fíggjarlógaruppskotið var fyri á tingi, varð spurningurin reistur einaferð enn.
Hesuferð var tað Hendrik Old, løgtingsmaður, sum vildi hava at vita frá landsstýrismanninum í oljumálum, um hann hevði hugsað um, antin landsstýrið skuldi gera av, hvar í Føroyum ein oljuhavn skuldi vera.
Hendrik Old segði, at hann var púra vísur í, at oljuhavnin endaði í Havn, um landsstýrið onki gjørdi.
? Hyggja vit at teimum, sum hava stovnað oljufeløg í Havn, vita, vit, hvar oljuhavnin verður. Og hon verður mitt í Havnini, segði Hendrik Old.
Hann sipaði m.a. til, at bæði Føroya Sparikassi og Føroya Banki vóru farnir uppí feløg fyri at stuðla, at oljuhavnin verður á Sundi, ?stutt og greitt?, sum hann tók til.
Serliga fýltist hann á, at Føroya Banki var farin uppí eina slíka ætlan við almennum pengum, sum bæði suðuroyingar, norðoyingar og vágafólk eiga, fyri at stuðla eina oljuhavn á Sundi.
Verður kanska avgjørt
politiskt
Landsstýrismaðurin helt, at tað var nakað nógv gjørt av, at kalla tað eina oljuhavn, tí talan bleiv fyrst og fremst um útgerðarhavn.
Og hvar hon skal verða, visti hann ikki.
?Eg havi í hvussu so er boðað kommununum frá, at tað er óðamannaverk at gera stórar íløgur í eina útgerðarhavn, ella eina komandi oljuhavn
? Tað havi eg fortalt kommununum, hvørja ferð, eg havi havt samband við tær, segði Eyðun Elttør.
Hann vísti m.a. á tær ringu royndir, sum kommunurnar í Noregi høvdu.
Hann legði dent á, at vit mugu ikki gera somu mistøk sum í Noregi.
Eyðun Elttør segði, at higartil er ongin politisk avgerð tikin um, hvar í Føroyum ein oljuhavn skal vera.
? Men tað er møguligt, at vit fara at taka eina slíka avgerð, legði hann afturat.
Hann segði, at í leitingarskeiðnum vildi hann mett, at tað var allarbest, at vinnan sjálv kappaðist um hetta.
?Eg veit, at fyri útjaðaran er tað óheppið, at alt endar í Havn. Men er kapping í vinnuni, fáa vit at síggja, hvar feløgini halda tað vera frægast, at leggja útgerðarstøðina. Hann segði, at enn hava vit hampiliga rúma tíð til at kanna málið, og at vita, hvussu leikur ferð í eini møguligari føroyskari oljuvinnu.
Útjaðarin liðugur
Hendrik Old svaraði aftur, at verður ikki ein politisk avgerð tikin um, hvar oljuhavnin skal vera, enda vit júst í somu støðu, sum norðmenn gjørdu, tí tað eru nógvar kommunur, sum arbeiða við oljumálinum.
? Tað er tí heilt álvarsamt, at landsstýrið ikki vil taka støðu til, hvar oljuhavnin skal vera.
Tí heitti hann staðiliga á landsstýrið um at taka avgerð um, hvar í Føroyum, oljuhavn skal vera, áðrenn fleiri havnir hava bygt út til onga nyttu og koma sær í fíggjarligt óføri.
Hann minti á, at vit kenna søguna aftur úr Noregi.
? Og vit kenna søguna aftur frá frá flakavirkjunum í Føroyum, at ongin vil standa aftanfyri ein annan.
Ikki minst helt hann at tað var umráðandi at taka avgerð nú, tann eina fyritøkan hevur fingið okkara almenna banka í ryggin. Tá hava allar hinar kommunurnar ongan møguleika, segði Hendrik Old.