Várið sæst eisini í sjónum

Nú sprettur og fold og spírar syngja vit og gleðast um at várið so smátt tekur veturin av ræði. Men tað er ikki bara á landi, at vit síggja vártekin. Várið sæst eisini í sjónum nú dagarnir leingjast.

Tað finst ein ørgrynna av ymiskum sløgum av hesum smáu verum, sum ikki kunnu síggjast við berum eygum. Mynd: Firum

Undir sjóyvirflatuni á okkara firðum vaknar lívið. Sólin gevur orku og evarska lítla plantuætið raknar við og byrjar at upptaka føðsluevni úr sjónum. Soleiðis skriva tey hjá Firum. 

 

Hækkandi nøgdir av plantuæti er fyrsta tekin um várið í sjónum. Plantuæti er føði hjá djóraæti. Og tá nøgdirnar av plantuæti hækka, byrjar nøgdin av djóraæti eisini at hækka. Djóraæti er føði hjá m.a. fiskayngli, sum kemur inn á firðirnar eftir føði. Og soleiðis er gongdin á hvørjum ári.

 

Plantuæti kalla vit eisini mikroalgur og tað finst ein ørgrynna av ymiskum sløgum av hesum smáu verum, sum ikki kunnu síggjast við berum eygum. Tá nøgdirnar av mikroalgum hækka, byrjar ein kapping millum hesar. Ein kapping, sum endar við at eitt mikroalguslag vinnur kappingina og verður ráðandi - í øllum førum ein løtu, serliga um liggjandi góðveður er. Tá kann sjógvurin gerast reyðligur ella brúnligur á at líta. Skúm á sjógvyvirflatuni kann eisini verða tekin um mikroalgur.

 

Mikroalgurnar framleiða súrevni um dagin, men um náttina brúka tær nógv súrevni, tí tær eru so nógvar í tali, og tá kann súrevnistrot koma fyri í sjónum. Kemur vindur og røringur í sjógvin minkar talið av mikroalgum skjótt, tí tær tynnast út í sjógvin.

 

Ávísar mikroalgur kunnu verða eitrandi ella til ampa fyri alifisk. Onkrar eru eitrandi fyri fiskin, tí tær innihalda eiturevni, ið kann gera, at táknurnar gerast óvirknar. Aðrar hava hvassar kantar ella píkar, sum eru til ampa fyri táknurnar hjá alifiski. Skaði sum mikroalgurnar kunnu gera á táknirnar kann viðføra bruna av virus ella bakterium, sum kann verða sera skaðiligt fyri fiskin.

 

Fiskur, sum livir á okkara firðum, kann rýma undan mikroalgum, um tær elva til ampa. Hetta kann alifiskur ikki. Tí hava vit á Firum ment mannagongdir soleiðis, at vit kunnu eyðmerkja sløg og nøgdir av mikroalgum í sjónum. Hesar kanningar verða gjørdar við mikroskopi ella PCR, og kunnu geva alifeløgum góða vitan um hvat slag at mikroalgum eru í sjónum.

 

Les meira um mikroalgutænasturnar hjá Firum her

 

Tað finst ein ørgrynna av ymiskum sløgum av hesum smáu verum, sum ikki kunnu síggjast við berum eygum. Mynd: Firum