Vatnið í Miðvági er nú reint aftur

Miðvágs kommuna sigur, at brunnarnir og øll vatnskipanin er klorviðgjørd og reinsað eftir forskriftum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni

Reinsað vatn

Tað var ein leki í pumpuskipanini hjá Miðvágs kommunu, sum gjørdi tað neyðugt at føra áarvatn í vatnleiðingina.
Miðvágs kommuna sigur, at tey altíð pumpa vatn úr Leitisvatni um summarið, frá einaferð fyrst í juni, til fyrsta frostið hevur verið. Tá ið so frostið hevur verið, er vatnið í árunum líka reint, sum vatnið úr Leitisvatni.
- Tað, sum hendi í summar, var, at leki kom á pumpuleiðingina úr Leitisvatni. Hendan er løgd, áðrenn nýggi vegurin millum Miðvág og vatnið er gjørdur. Torført var at finna lekan, tí strekkið, har hann kundi vera, er so langt. Vit gróvu niður ymsastaðni, men funnu hann ikki í fyrstu syfti. Tí vórðu vit noyddir at taka vatn úr áunum, og tað fekk Føroya Fiskavirking boð um í brævi. At enda funnu vit so lekan næstan tveir metrar undir vegnum.
Miðvágs kommuna avgjørdi at leggja eina nýggja leiðing, sum er umleið ein hálvan kilometur long.
- Hetta arbeiði varð liðugt fyri góðari viku síðan, og nú verður aftur pumpað úr Leitisvatni.
Miðvágs kommuna sigur, at brunnarnir og øll vatnskipanin er klorviðgjørd og reinsað eftir forskriftum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
- Síðsta hósdag, áðrenn skipanin varð klorviðgjørd, tóku vit vatnroyndir sum vístu, at næstan ongar e-coli bakteriur longur eru í vatninum. Nú skipanin er klorviðgjørd, hava vit aftur tikið royndir, og vit vóna, at øll bakterian nú er burtur úr skipanini.
Miðvágs kommuna sigur, at vatnið í Miðvági nú er so reint sum neyvan nakra aðrastaðni í Føroyum.
- Vit hava havt eitt av teimum mest framkomnu reinsiverkunum í mong ár. Vatnið verður fyrst filtrerað gjøgnum sandfiltur og síðan UV-strálað. Verður síðan mett, at neyðugt er at klorviðgera vatnið, verður tað eisini gjørt. Tað tekur tann støðu til, sum hevur vatnið í kommununi um hendi, sigur Miðvágs kommuna.