Vatntrot er í Sørvági. Brunnarnir eru tómir, og neyðugt er at flyta vatn við tangabilum úr Sørvágsvatni í brunnarnar í Húsadali.
Um vikuskiftið hava brandbilar koyrt vatn til Sørvágs. Sørvágs Kommuna hevur fingið ein tangabil frá slíkkiliðnum í Havn at koyra vatn til Sørvágs, eins og bilarnir á flogvøllinum eisini hava verið nýttir, ta tíðina, flogførini ikki hava flogið. Tað vil siga um kvøldið og náttina.
?Byrjað varð at koyra vatn við tangabilum leygarkvøldið, sigur Erik Davidsen, næstformaður í Sørvágs bygdarráði. Liggjandi turkurin hevur gjørt, at nú er uppi hjá okkum, og tí var hetta neyðugt.
Sørvágs Kommuna hevur eina byrging, har vatn verður savnað í. Síðan verður tað latið í brunnar, haðani tað so verður reinsað. Vatnið, sum nú verður tikið »Niðri á vatni«, fer í brunnarnar og síðan gjøgnum reinsiverkið, áðrenn tað fer til brúkaran.
Nú turkur er, og lítið vatn er í byrgingini, hevur fólk hjá kommununi arbeitt við at reinsa byrgingina. Tískil verður vatnið, sum tikið verður, pumpað beinleiðis í brunnarnar.
Erik Davidsen sigur, at hesin trupulleikin við vatntroti er ikki heilt nýggjur. Tað er hent fyrr, at vantið er gingið undan í Sørvági. Og ætlanir hava eisini verið um at leggja eitt inntak oman í vatnið. Men tær ætlaninar eru so enn ikki vorðnar til veruleika.
Nær tað verður, veit hann ikki. Leiðingin liggur næstan heilt oman, men pumpustøð og reinsiverk eru ikki gjørd enn. Og nú fer hetta bygdarráðið, sum situr, neyvan at taka nakra avgerð um tað, nú bara tríggir mánar eru til val, sigur hann.