Tað váttar Johan Dahl fyri in.fo í morgun.
Johan Dahl hevur sitið í Løgtinginum í 24 ár. Hann varð fyrstu ferð valdur í 2002 í Suðuroyar valdømi, har hann fekk 300 atkvøður.
Hann varð afturvaldur í 2004 í Suðuroyar valdømi. Í 2008 og 2011 varð hann afturvaldur. Tó vóru Føroyar blivnar eitt valdømi. Men á valinum í 2015 valdi hann ikki at stilla uppaftur. Men tað gjørdi hann aftur í 2019, tá hann varð afturvaldur, eins og í 2022 og á valinum hesaferð.
Johan Dahl er 66 ára gamal, nú hann tekur við sum tingformaður. Hann hevur verið partur av formansskapinum seinastu árini har hann seinast hevur verið 2. næstformaður.
Um lívsrensl hansara stendur soleiðis á heimasíðuni hjá Løgtinginum:
Lívsrensl:
Útbúgving
Bankamaður í P/f Sjóvinnubankanum,Tórshavn
Yrki
2022 - Afturvaldur á Løgting
Valdur 2. Næstformaður á Løgtingi
Valdur limur Føroya i Norðurlandaráðnum
Limur í Trivnaðarnevnd Løgtingsins
Varalimur á Fólkatingið fyri Sambandsflokkin
Varalimur i Rættarnevnd løgtingsins
Januar 2016 - 1. jan 2023: Í starvi partstíð hjá Huawei Technologies A/S København og sjálvstøðugt vinnurekandi
2005 - Stovnaði saman við øðrum Amplexa Genetics A/S í Odense, sum er eitt Gen test og analysu laboratorium, har eg var nevndarlimur til sept. 2008
2002 (okt.) - Ult. 2003: Umbiðin av Kloosterboer Group Hollandi til bundna uppgávu at endurreisa og fáa nýggjar íleggjarar, fígging og umbyggja uppsjóvarvirkið í Kollafirði og fáa støðuga tilgongd til Kloosterboer Terminal frystigoymsluna
1998-2005: Stovnaði saman við A.Marr og Orcades Viking Ltd og Thorman Vang frostgoymsluna P/F Faroe Cold Stores í Vági
1996-2002: J. Marr Seafoods (A. Marr, Int.) - leiddi móðurskipsvirksemið í Føroyum 1996 og síðan økisleiðari/umboð fyri Norðuratlantshavið viðv. sourcing og inspektión av fiskavørum frá hesum økinum, serliga frá russiskum trolarum og uppisjóvarskipum og føroyskum skipum og virkjum
1994-1996: Búsitandi í Skotlandi - stjóri í Nasco Ltd. og umboð fyri A.Marr Int./J.Marr Seafoods
1992-1994: Stjóri í Marcon Aps. København og partnari í dóttirfelagnum Nasco Ltd. Skotlandi
1990-1992: Marketingsstjóri hjá Dantech – Danish Technology Center, Holte
1982-1990: Stjóri í Vágs skipasmiðju og A/S J. Dahl Gørðum
1981 - 8 mðr. á Faroe Ship København, starvaðist inn avgreiðslu og speditíón fyri at fáa vitan og innlit um hetta økið
1977-1981: Bankaútbúgving frá Sjóvinnubankanum, 1976-1977: Royndi sjólívið við deksbátum og sigldi við Smyrli í uttanlands summarsiglingini sum pantry maður og bartendari
1977: Arbeiddi eisini sum krambakallur i 7 mánaðir hjá N.J.Mortensen, Tvøroyri
1973-1976: Realskúla á Tvøroyri
Nevndarsessir uttanfyri Løgtingið: Nevndarformaður í Amplexa Genetics AS, Odense
Politisk álitisstørv
2019-2022 Afturvaldur á Løgting
Valdur 1. næstformaður á Løgtingi og næstformaður i Vinnunevnd Løgtingsins.
Varalimur í Fíggjarnevnd Løgtingsins og Norðurlandaráðnum.
2008-2015 Umboðaði Føroyar sum Ministari i Norðurlendskum høpi innan tey økir eg umsat undir vinnumálaráðnum .
2011-2015: Landsstýrismaður við vinnumálum fyri Sambandsflokkin
2011-2015: Afturvaldur á Løgting
2011 - apríl til nov.: Eisini landsstýrismaður við fiskivinnumálum í minnilutastjórn
2008 - sept.: Settur landsstýrismaður við vinnumálum fyri Sambandsflokkin
2008 - jan. - sept.: Formaður í Løgtingsins Vinnunevnd og limur í Uttanlandsnevndini.
2008-2011: Afturvaldur á Løgting í januar 2008
2004-2008: Limur í og seinni formaður (2006) í Vinnunevnd Løgtingsins og limur í formaður í Uttanlandsnevnd Løgtingsins
Frá 2002-2004: Limur í Fíggjarnevnd Løgtingsins og Uttanlandsnevnd Løgtingsins
2004 - Stutt skifti landsstýrismaður í fiskivinnumálum - frákoyrdur vegna politiskt óróð feb. 2004
2004-2008: Afturvaldur á Løgting fyri Sambandsflokkin
2002-2004: Valdur á Løgting fyri Sambandsflokkin











