VB-B36 útsettur

Fimti dysturin, ið skuldi verið leiktur í Formula-deildini um vikuskiftið, varð av ongum.
Hesin skuldi annars verið í Vági millum VB og B36, men líkindini til fótbólt vóru alt annað enn góð á Eiðinum í Vági.
- Eg metti tað ikki vera rætt, at tað skuldi verða tilvildin, sum skuldi ráða, og tað hevði tað verið, um tað varð spælt í dag, segði Petur Reinert, sum skuldi vera dómari í Vági.
Sum dagurin leið, batnaði veðrið nakað, og møguleikin fyri at spæla dystin mánakvøldið, varð eisini umrøddur. Men hetta bleiv kortini av ongum. Hjá B36 vóru fleiri spælarar, sum høvdu onnur ørindi enn fótbólt at avgreiða mánadagin, og helst av øllum vilja teir, at dysturin verður spældu okkurt vikuskiftið, tá hetta ber til. Tann møguleikin verður so í løtuni troyttur av FSF, men spurningurin er, um tað ber til at finna eitt slíkt vikuskift, nú kappingin er vorðin somikið komprimerað.