VB-kvinnurnar góvu Neistanum ein hvøkk

Hondbóltur: Eitt illa upplagt Neistalið kundi eins væl havt tapt ímóti VB, men ein góður endaspurtur bjargaði havnarliðnum

Tað er einki yvir at dylja, at kappingin í bestu kvinnudeildini í hondbólti, er deild upp í tvey. Í ovara enda av stigatalvuni liggja fimm lið, Kyndil, Neistin, VÍF, Stjørnan og StíF, sum øll kunnu taka stig frá hvørjum, meðan VB og felagsliðið GÍ/NSÍ liggja og berjast í botninum.

Millum annað av hesi orsøk mundu tey flestu helst vænta, at dysturin í bestu kvinnudeildini millum Neistan og VB í høllini á Hálsi sunnudagin bert fóru at verða ein spurningur um, hvussu stórur sigurin hjá Neistanum fór at verða. Vert er eisini at hava í huga, at vágskvinnur dagin fyri høvdu spælt ein strævnan dyst ímóti Kyndli, og hetta hevur óivað merkst í beinunum hjá teimum.


VB greiða yvirvág

fyri steðgin

Fyrri hálvleikur var heldur linligur. Neistakvinnurnar fingu als ikki spælið hjá sær at hanga saman, meðan VB-liðið tóktist rættuliga væl upplagt.

Heimaliðið var snøgt sagt ússaligt í fyrra hálvleiki, og tað man verða langt síðani, at besta kvinnuliðið hjá Neistanum bert hevur skorað seks mál í einum hálvleiki.

Ein av orsøkunum til, at tað gekst Neistanum so illa við at fáa mál, var millum annað tað, at málverjin hjá VB, Guðrun í Lágabø, spældi ein heilt góðan dyst, og serliga var tað fyri steðgin, at hon nærum fekk fatur á øllum royndunum hjá teimum bláu úr Havn.

Liðini fylgdust tó væl fyrsta korterið, men so steðgaði fullkomiliga upp hjá Neistanum. Tær vóru á odda 4-3, tá ið 11 minuttir vóru leiktir, men tá ið farið var til hálvleiks, var VB á odda 10-6!


Endaspurturin bjargaði Neistanum

Seinni hálvleikur byrjaði, sum fyrri endaði. Vágskvinnurnar høvdu framvegis munin á heimaliðnum, og tær øktu eisini um leiðsluna.

Tíggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá ið Sólrun Krosslá við brotskasti legði VB á odda 16-11, og tey flestu væntaðu helst, at so var hesin dysturin avgjørdur, men so var ikki.

Neistin fekk nú brádliga gongd á álopsspælið hjá sær, og samstundis fóru tær at mansverja Sólrun Krosslá, og spælið hjá VB datt púrasta niður fyri eftir hetta.

Seinastu 20 minuttirnar av dystinum fekk VB einans trý mál, og tá ið Neistin so samstundis kom í ein sannan málstima og fekk 11 mál, gjørdist úrslitið av dystinum 22-19 til heimaliðið.

Tó vóru vágskvinnur javnar við Neistan, 19-19, tá ið einans tveir minuttir vóru eftir at leika, men so byrjaði one-man showið hjá Ingu F. Danberg, og hon skeyt trý mál á rað í teimum báðu seinastu minuttunum. Tvey av teimum skeyt hon við frálíkum hoppskoti, meðan tað triðja skeyt hon, eftir at hava bart seg ígjøgnum verjuna hjá VB.

Burtursæð frá Ingu í seinastu minuttunum, so var tað eingin leikari hjá Neistanum, sum skaraði burturúr. Hjá VB hinvegin vóru tað, umframt Guðrun í Lágabø í málinum báðir stórskjúttarnir, Arnleyð og Sólrun Krosslá, sum komu væl frá dystinum.