VB verðandi í Runavík

Seinasta útkall er um at vera har. Men við trygga sigrinum á VB í gjár í huganum, hevur Tjaldur framvegis eina vón um at skapa spenning í dystinum um finaluplássini í FM-kappingini í kvinnuhondbólti.

Tjaldur spælir aftur í dag ímóti VB, sum kann vinna seg upp aftur á oddasessin, um tær vinna dystin í dag.

Og tað er eingin ivi um, at vágbingar vilja hevna stórtapið í gjár, og so er spurningurin, hvussu hesin hevur ávirkað liðini bæði.

Og í Havn tekur Neistin móti StÍF. Tann dysturin byrjar klokkan 14.30, meðan dysturin í Runavík byrjar longu klokkan 13.30.