Boðað verður frá ringum veðrið í nátt og í morgin.
Strandferðslan boðar frá, at ringa veðrið kann ávirka samferðsluna í morgin.
Fyri veður kunnu væntast seinkingar, broytingar og/ella avlýsingar á øllum bygda- og oyggjaleiðum sunnudagin 21. februar, skrivar ssl.fo.
Í kvøld veksur vindurin upp í skrið, 13-18 m/s av eystri.
DMI hevur boðað frá, at í nátt verður stórmur, ella kolandi stormur, við ódnarhvirlum.
Sunnumorgunin og fyrrapart minkar vindurin niður í 13-18 m/s av suðri og útsynningi, men møguleiki verður fyri stormhvirlum.