Veðrið í morgin og hósdagin:

Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, seinnapartin minni vindur. Ælingur, men eisini sólglottar og hitin millum 8 og 12 stig.

Veðrið fríggjadagin:

Andøvsgul upp í ein strúk av norði og landnyrðingi og sólglottar, men kanska okkurt ælið. Hitin millum 9 og 12 stig.

 

Veðrið leygardagin og sunnudagin:

Lot til andøvsgul av norði, sunnudagin av ymsum ættum. Sólglottar, men kanska okkurt ælið. Hitin millum 7 og 11 stig.

 

Í gjár:

Eitt lágtrýst, 993 hPa. sunnan fyri Ísland fer spakuliga í landsynning og brúgvalagið sunnan fyri Føroyar fer spakuliga norðureftir.

 

Í dag:

Lágtrýstið vestan fyri Skotland fer spakuliga eystureftir og brúgvalagið við Føroyar stendur mestsum í stað.