Klokkan 13 spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti triðja og seinasta dystin í Golden League kappingini í Spektrum høllini í Tróndheimi í Noregi.
Dysturin verður ímóti ferfaldu heimsmeistarunum og verandi olympisku meistarunum, Danmark.
KVF vísir dystin.
Danmark hevur higartil vunnið 40-24 á Niðurlondum og 38-33 á Noregi. Okkara hava tapt 29-30 fyri Niðurlondum, og 26-34 fyri Noregi, har fleiri aðrir enn teir føstu sluppu at royna seg.
Hjá altjóða veddingarfyritøkum hava Føroyar ongan livandi møguleika móti Danmark í dag. Fýra av átta veddingarfyritøkum sýta at lata odds upp á danskan sigur, tí tað er givið, at Danmark vinnur. Hinar fýra lata 1,01 í oddsum fyri danskan sigur.
Oddsini fyri føroyskan sigur eru sera høg. Tey liggja millum 13,00 og 81,00.
HER eru oddsini:
##med2##












