Seinnapartin klokkan 15 verður toppdystur í Meistaradeildini hjá monnum í vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík, har KÍ tekur ímóti NSÍ.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
NSÍ er fremst í deildini við 40 stigum, meðan KÍ er næstfremst við 37 stigum.
Í landskappingini hava liðini leikt javnt í tveimum teimum fyrstu dystunum. 15. mars endaði tað 1-1 við Djúpumýru, og 3. juli endaði tað 0-0 við Løkin.
Liðini leiktu tvær minniligar hálvfinalur í steypakappingini, har KÍ vann 4-2 á heimavølli, og NSÍ vann 4-2 á heimavølli aftaná longda leiktíð. KÍ vann tó brotssparkskappingina.
KÍ hevur favorittstøðuna hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 1,72 og 2,07.
Oddsini upp á javnleik - sum tænir NSÍ betur - liggja millum 2,80 og 3,70.
Oddsini upp á útisigur til NSÍ liggja millum 3,10 og 3,83.
HER eru oddsini:
##med2##












