Veddingarfyritøkurnar hella til ein føroyskan sigur á Tórsvølli

Her eru oddsini upp á dystin Føroyar-Lettland

Í kvøld klokkan 19.45 spælir føroyska A-landsliðið í fótbólti seinasta heimadystin í hesari Nations League kappingini.

 

Dysturin verður móti Lettlandi, ið vit taptu 0-1 fyri á útivølli.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Søguliga hava Føroyar ein sigur, fýra javnleikir og tvey tap móti Lettlandi.

 

Oddsini altjóða veddingarfyritøkur lata upp á dystin í kvøld eru rættiliga jøvn. Tó hella veddingarfyritøkurnar eitt lítið vet til ein føroyskan sigur.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan heimasigur eru 2,39.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,05.

 

Miðaloddsini upp á lettiskan útisigur eru 3,21.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##