Í kvøld klokkan 18.30 spæla NSÍ og KÍ seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið við Løkin í Runavík.
KÍ hevur ein greiðan fyrimun undan dystinum, tí teir vunnu fyrru hálvfinaluna, ið var leikt á heimavølli 13. mai 4-2. Tá liðini hittust í landskappingardysti í Klaksvík 15. mars endaði dysturin við javnleiki 1-1.
R5 hjá Televarpinum vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Fleiri altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin við Løkin í Runavík í kvøld. Tær hella til ein KÍ-sigur, men talan er ikki um eina stóra favorittstøðu.
(Oddsini eru galdandi fyri úrslitið aftaná vanliga leiktíð)
Oddsini upp á heimasigur til NSÍ liggja millum 2,60 og 3,13.
Oddsini upp á javnleik, ið sendir KÍ til steypafinaluna liggja millum 3,00 og 3,70.
Oddsini upp á útisigur til KÍ liggja millum 2,03 og 2,29
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##












