Veðrið fer ikki at órógva fótbóltin

Í kvøld hevur KÍ møguleika í Sørvági at tryggja sær 22. meistaraheitið

Seinastu dagarnar hevur tað av álvara verið heystarveður, og veðurforsøgnin fyri leygardagin var mikudagin so mikið vánalig, at FSF gjørdi av at framskundað tveir dystir til í kvøld og at útseta tveir dystir til sunnudagin.

 

Tað var røtt avgerð at framskundað dystir til í kvøld, tí við Lækin í Runavík, á Dungasandi í Sørvági og í Gundadali í høvuðsstaðnum sær tað út til, at veðrið ikki fer at órógva fótbóltsspæið í kvøld.

 

KÍ er á veg vestur til Sørvágs. Um tað eydnast at vinna fulla úrtøku, so verður FM heitið við í viðførinum norður aftur.

 

Hjá 07 Vsstur er dagsskráin at vinna fulla úrtøku ella eitt stig, so at liðið kann lyfta seg at vera røttu megin niðurflytingastrikuna.

 

Í fyrsta umfari vann KÍ 3-1, tá ið 07 Vestur var í Klaksvík, og 14. juni vann KÍ 4-0 í Sørvági.

 

NSÍ fær í kvøld vitjan av B36.

 

NSÍ spælir fyri at varðveita næstfremsta plássið og fyri at taka av í kappingini um FM, um klaksvíkingar kiksa í Sørvági. Higartil hevur NSÍ skorað 88 mál, og tað eru 11 mál upp til málmetið, sum KÍ setti í 2021.

 

Málmunurin hjá B36 er +3. Eftir 1-1 á heimavølli ímóti Víkingi hevur B36 36 stig, og tað eru tvey stig fram til Víking, ið er á fjórða plássi, og sum sunnudagin fær vitjan av TB.

 

Í fyrsta umfari vann NSÍ 4-3 á heimavølli ímóti B36, sum var frammanfyri 3-1, inntil tað restaðu 20 minuttir. 15. juni endaði tað 2-2 í Gundadali, eftir at NSÍ tvær ferðir hevði verið á odda.

 

Í Gundadali fær HB í kvøld vitjan av B68. HB hevur 55 stig og stríðist fyri at fáa fatur á NSÍ, sum er næstfremst við 57 stigum. B68 er á sætta plássi við 24 stigum. Í fyrsta umfari vann HB 3-2 í Gundadali ímóti B68, sum eftir 38 minuttir var aftanfyri 3-0. 14. juni var Emil G. Pedersen tvífaldur málskjútti, tá ið HB vann 4-1 á Svangaskarði.

 

 

 

 

 

25. umfar

 

Fríggjadagin 3. oktober

 

NSÍ – B36: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.30

 

07 Vestur – KÍ: Dagfinn Forná kl. 19.00

 

HB – B68: Kári J. á Høvdanum kl. 18.30

 

Sunnudagin 4. oktober

 

Víkingur – TB: Heini Ziska Viðoy kl. 16.00

 

FC Suðuroy – EB/Streymur: Árni Brandsson Petersen kl. 13.00

 

242040801564
NSÍ241833882957
HB241743603455
Víkingur241086352738
B36241068393636
B68246612325424
EB/Streymur246612245024
FC Suðuroy244218236314
07 Vestur244119294813
TB242616247812