Veðurstovan: Soleiðis verður veðrið í vikuni

Vit sleppa heldur ikki undan regni hesa vikuna

Tað er einki veruligt summarveður á veg í Føroyum. Nýggj forsøgn hjá Veðurstovu Føroya roknar við, at veðrið fer at líkjast sær sjálvum hesa vikuna. Hitin verður í mesta lagi 14 stig, og tað fer stundum at regna ella vera ælaveður.

 

Onkrar góðar og turrar løtur vera eisini.

 

Her er forsøgnin:

 

Forsøgn galdandi til týsmorgun

 

Frískt lot til frískan vind sunnan ella av útsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s. Sól ella sólglottar og í støðum okkurt ælið. Í kvøld lot upp í frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, turt og smáskýggjað, tó í støðum tám. Hitin 10 til 14 stig, í nátt niður í 8 stig í støðum.

 

Týsdagur

 

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, sól ella sólglottar og turt fyri tað mesta. Sum frá líður frískt lot upp í frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s skýggjað og turt, í støðum tám. Hitin 10 til 14 stig.

 

Mikudagur

 

Frískt lot upp í frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og turt fyri tað mesta, í støðum tám. Út á kvøldið ella náttina verður samdrigið og tað fer at regna vestaneftir. Hitin 10 til 14 stig.

 

Hósdagur

 

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin 10 til 13 stig.

 

Fríggjadagur

 

Frískt lot upp í strúk av útsynningi, 5 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 10 til 13 stig.

 

Leygardagur

 

Frískt lot upp í frískan vind vestan ella av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 10 til 14 stig.