Mitt í øllum valmeldrinum melur borurin hjá Sovereign Explorer við fullari ferð longur og longur niður í føroysku undirgrundina. Føroyingar standa spentir og spyrjandi, nú tvey týðandi úrslit skjótt verða avdúkað, tvey úrslit, sum kunnu fáa avgerandi týdning fyri framtíðina hjá okkum øllum.
Hóast hesi kanska einki beinleiðis hava við hvørt annað at gera, so hava tey tað kortini óbeinleiðis. Tí eitt oljufund við Føroyar kann fáa stóra ávirkan á framtíðina hjá hesi tjóð. Og verður olja funnin nú, so er givið, at hon fer at verða ein týðandi partur av orðaskiftinum undan komandi løgtingsvali. Men neyvan fæst nakað at vita um úrslitið av leitingini fyrr enn í næstu viku og tvs. eftir fólkatingsvalið. Tí vil fólkatingsvalið neyvan fara at snúgva seg um oljuna.
Mong spyrja, hvussu gongst við boringini. Tey eins og fjølmiðlarnir hava mestsum bara gitingar og óváttaðar keldur at ganga eftir. Tó so - nógvar av hesum keldum megu roknast sum rættiliga neyvar. ?Okkurt áhugavert? er í undirgrundini, har Amerada Hess borar, er tað, sum blaðið hevur kunnað fingið burtur úr. Tosað verður um gass, møguliga olju eisini, men spurningurin er, um talan kann blíva um lønandi fund. Haraftrat hevur boringin nú fingið eina aðra dimensión. Mett verður at Hess hevur valt at forlongja boringina fyri at fáa nýggja vitan, ið skal koma teimum til góðar, tá farið verður at bora eftir tí sama strukturinum hinumegin markið næsta ár. Vit hava tí her eina sera áhugaverda støðu, har tað kanska longu eru ítøkilig prógv um, at Partnership samtakið, ið 2000 føroyskir partaeigarar eru við í, kann hava fatur í einum ?felti?, sum liggur báðumegin markið.
Hetta er ein spennandi tíð fyri øll oljufeløgini, sum eru við í leitingini í hesum partinum av heiminum og ikki minst fyri tey samfeløgini, sum fáa og kunnu fáa ógóðan av møguligum fundum. Eitt fund á føroyskum øki og eitt ella fleiri aftrat á breskari síðu fara at merkja eina heilt nýggja avbjóðing fyri okkum og grannar okkara. Tey kunnu vera byrjanin til eina menning, sum uppá longri sikt kann koma at hava við sær stórar broytingar við sær her hjá okkum.
Um tvær vikur verður stór ráðstevna í Norðurlandahúsinum um tær fyrstu boringarnar við Føroyar og um møguligar avleiðingar av eini oljuvinnu. Uttan mun til um olja verður funnin nú ella ikki, so hevur ein slík ráðstevna stóran týdning, tí hon loysir upp fyri ivamálum, hon fær fólk at seta teir røttu spurningarnar og hon fær fólk í hesi nýggju vinnu at koma á tal hvør við annan. Eitt fund áðrenn ráðstevnuna vil sjálvandi seta gongd á orðaskiftið um spurningar so sum, um oljan skal í land í Føroyum, hvussu vit kunnu geva fólki tak yvir høvdið osfr. Tað fer so eisini at seta sín dám á eitt komandi løgtingsval. Í øllum hesum er umráðandi at halda høvdið kalt og hvørki undirmeta ella yvirmeta støðuna, hvør hon enn verður.