Vegurin ímillum Øravík og Hov er ikki á skránni enn

Ein tann ringasti landsvegurin í Føroyum, verður ikki gjørdur í bræði

­ Enn hava vit ongar pengar. Og eg veit ikki um vit fáa pengar at byrja fyrireikingarnar komandi ár.

Tað tekur ikki Landsverkfrøðinginum langa tíð at taka pippið frá teimum suðuroyingum, sum hava sett nøsina upp eftir at ein tann størsti fløskuhálsurin í almenna veganetinum verður víðkaður i bræði.

Talan er um vegastrekkið ímillum Øravík og Hov, sum man vera ein hin ringasti landsvegurin í Føroyum.

Vegurin er gjørdur í seinast í fimti og fyrst í sekstiárunum og á longum strekkjum er lítið og onki gjørt við hann síðani, uttan at hann er asfalteraður og at bilaverja er sett upp framvið honum. Tó eru enn onkur strekki við ongari bilaverju, hóast høgt er omanav.

Men nú hevur leingi ljóðað, at ætlanin er at fara undir at gera vegin tíðarhóskandi.

Men eftir, hvat skilst á Henningi Jacoben, Landsverkfrøðini verður tað ikki tey fyrstu árini, at suðuroyingar fáa betri veg at koyra eftir, í hvussu so er alt strekkið.


Ongar pengar

Landsverkfrøðingurin sigur, at táið 1999 er farið á halla, metir hann, at teir eru komnir á mál við vegnum ímillum Vág og Sumba.

­ Og síðani hava vit mett, at tað vegastrekkið, sum síðani er tað mest átrokandi at fara undir síðani, er vegurin ímillum Hov og Øravík.

­ Men nær tað ber til at fara undir tað, er vónleyst at siga.

Henning Jacobsen sigur, at í ár hevur landsverkfrøðingurin ikki meiri enn 18-19 milliónir til vegagerð, og tað røkkur ikki langt.

­ Men onki er sett av til vegin ímillum Øravík og Hov.

Vegurin ímillum Hov og Øravík er nevndur í fíggjarlógini, men Landsverkfrøðingurin hevur fatan av, at tað ein vanlig misskiljing, at pengar eru settir av til arbeiðið í ár.

­ Men tað er tað ikki. Tað, sum landsstýrið gjørdi í fjør, var at seta eina millión av til hetta vegastrekkið á eina ætlaða fíggjarlóg fyri 1999.

­Men fíggjarlógin fyri 1999 skal sjálvandi hava sína vanligu, politisku viðgerð.

­ Og, hvat tað endar við, táið tann viðgerðin er liðug, og um milliónin verður standandi á, er ómøguligt at siga enn.

Landsverkfrøðingurin sigur, at ætlanin var at brúka tað einu milliónina komandi ár til kanningar at vita, hvat er ráðiligast at fara undir.

Og fyrrenn tær kanningarnar eru lidnar, ber ikki til at siga, um Landsverkfrøðingurin fer at mæla til tunnil ella hann fer at mæla til, at vegurin verður breiðkaður.

Tunnil er sjálvandi tann besta loysnin, men Landsverkfrøðingurin heldur, at tað ber eisini væl til at fáa ein hampiligan góðan veg burturúr við at breiðka hann.

­ Men tað er eisini dýrt.

Henning Jacobsen sigur, at fyrrenn kanningarnar eru lidnar, ber ikki so frægt sum til at siga, um tað er nakað at velja ímillum, tí eingin veit, hvussu fjallið er at bora ígjøgnum.

­ Er tað ov trupult at hava við at gera, er tað ikki vist, at tað yvirhøvur er ráðiligt at mæla til at gera tunnil. ­ Og so er bara vegurin eftir.

­ At breiðka vegin hevur harafturat tann fyrimunin, at tað gevur politikarum størri frælsi.

­ Tí tá ber tað til at arbeiða í smáum - og at fáa nyttu burturúr arbeiðnum so hvørt, tí vegurin kann takast í brúk so við og við.

­Skal tunnil hinvegin gerast, fæst ongin nytta burturúr íløguni, fyrrenn alt er liðugt.

­ Og tá skal eisini tíð verða til at fyrireika og projektera tunnilin og hvørt av sínum.

­ Og fyrrenn hesar somu kanningar eru lidnar ber heldur ikki til at siga, hvat kostar meiri.

Tí skal tunnil gerast, skal kannast, hvønn veg, hon skal leggjast.

­ Men vit kunnu siga, at í stytsta føri verður tunnilin ein góðan kilometur og í longsta føri næstan tríggjar.

­ Tað mest sannlíka er, at tunnilin kemur at verða onkustaðni ímillum knappar tveir og næstan 2,5 kilometrar langur.

Landsverkfrøðingurin sigur, at er fjallið hampiligt, kostar kostar ein tunnil runt roknað 30 milliónir fyri hvønn kilometur.

­ Men renna vit okkum í trupulleikar, sum í Sumbiarbergholinum, kann prísurin koma upp á tað tvífalda av tí - og enntá meiri enn tað.

­Og eg má viðganga, at soleiðis, sum fíggjarætlanin hjá Landsverkfrøðinginum hevur sæð út seinastu árini, tykjast útlitini sera smá fyri at fáa eina so stóra upphædd at kalla í einum.

­ Fíggjarætlanin skal økjast nógv áðrenn tað ber til at fara undir eina so stóra ætlan, sum eitt berghol.


Tekur langa tíð

Tað er tí skilligt, at tað verður neyðugt hjá suðuroyingum at brynja seg við toli.

­ Fer tað at ganga við somu ferð tey næstu árini, sum tað hevur gingið tey seinastu árini, verður sjálvandi rúm tíð, áðrenn vegasambandið ímillum Øravík og Hov er liðugt.

­Men tað veldst sjálvandi alt um, hvussu nógv politikararnir seta av til endamálið.

­ Og tað er ómøguligt at siga nú, sigur Henning Jacobsen, Landsverkfrøðingur. ­Tí tá tikið verður samanum, er tað ein spurningur um politiska viljan, sigur Landsverkfrøðingurin.