Tann 22 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri drápini og drápsroyndirnar í grønlendsku bygdini Nutaarmiut mikunáttina í síðstu viku, hevur játtað seg sekan, men hann dugir ikki at siga, hví hann gjørdi tað.
Undir avhoyringum hevur maðurin greitt frá, at hann var drukkin. Hann minnist, at hann hevði verið í skúlanum eftir einum hamara, áðrenn hann fór inn í tey bæði húsini, har hann framdi illgerðirnar.
-Hann minnist, at hann leyp á fólkini við hamaranum í hondini. Hann minnist eisini, at hann hevði fingið blóð á seg, og at hann vaskaði tað av sær, tá hann var komin til hús, sigur Claus Risbjerg hjá grønlendsku løgregluni við grønlendska kringvarpið.
Tvey av teimum, sum maðurin særdi, vórðu flutt á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn. Haðani verður sagt, at tað gongur tann rætta vegin hjá teimum báðum monnunum, sum eru 32 og 81 ára gamlir, og at teir eru ikki í lívsvanda longur.