Vejle í tungum sjógvi

Átta avgerandi dagar eru eftir, áðrenn felagið hjá Viljormi Davidsen møguliga fer í upploysn.

Vejle hevur í dag sent miðlunum eitt tíðindaskriv, har boðað verður frá, at um felagið ikki finnur nýggjar íleggjarar og nýggja leiðslu innan 30. september, so velur felagið at gera eina umfatandi umlegging – eina endurbygging av felagnum, sum merkir, at tað alt fyri eitt verður flutt niður úr næstbestu donsku deildini og heilt niður í Jyllandsseriuna.


Hetta eru ikki góð tíðindi hjá føroyska landsliðsleikaranum, Viljormi Davidsen, sum hevur staðið seg væl seinastu tíðina og av álvara hevur bitið seg fastan á liðnum hjá Vejle. Um niðurflytingin gerst veruleiki, so verður væntað, at flest allir leikararnir fara at leita sær eftir nýggjum felagi.


Orsøkin til, at verandi leiðsla leggur frá sær, er, at hon ikki megnar at fáa endarnar at røkka saman. Tað er nevniliga fíggjarligt óskil í felagnum.


- Vit mugu vðiganga, at vit ikki hava rokkið góðum roknskaparúrslitum orsaka av at tey ítróttarligu málini ikki hava verið rokkin síðstu árini. Tað liggur ein dýna omaná Vejle Boldklub í mun til tey ítróttarligu úrslitini. Helst er tað tí at øll, eisini starvsfólk og umhvørvi, hugsa, at Vejle Boldklub er eitt stórfelag. Tað vóru vit, men tað eru vit ikki í dag. Svongdin er ikki longur í Nørreskoven, sigur Lars Skou, formaður.


Hann takkar í tíðindaskrivinum øllum, sum hava hjálpt felagnum, og sigur, at ein møgulig nýggj leiðsla krevur hugskot, dirvi og pening. Hinvegin ljóðar tað ikki sum hann hevur serliga góðar vónir um at felagið kann halda fram í næstbestu deildini, nú tað einans eru átta dagar eftir til at bjarga felagnum.