Veljarakanningar undan løgtinsvalinum 20. januar 2004

    

Regin Reinert
hagfrøðingur, Gallup
????????????????


Fleiri veljarakanningar blivu gjørdar undan løgtingsvalinum, og aftan á valið vóru ávisir flokkar, ið kanska vóru ónøgdir við, at úrslitið av valinum ikki bleiv júst so sum veljarakanningarnar høvdu spátt, og sum hildu, at allar veljarakanningarnar høvdu ávirka úrslitið av valinum. Serliga vóru tað umboð fyri Sambandsflokkin, sum hildu seg vera við sviðusoð og meintu, at veljarakanningarnar ávirkaðu úrslitið av valinum.
Tað er umráðandi at halda fast við, at ein veljarakanning vísir eina støðumynd av politiska vígvøllinum. Spurt verður, hvat ið veljarin ?ætlar? sær at velja á løgtingsvalinum. Eingin trygd er fyri, at tey fólk, sum spurd eru, ikki seinni broyta meining og síðani atkvøða fyri einum øðrum flokki, enn tí, ið tey hava sagt seg vilja atkvøða fyri í veljarakanning.
Aðrastaðni er vanligt at gera exit-poll kanningar, har ið veljarin verður spurdur aftaná, at hann hevur valt, um hvat ið hann valdi. Exit-poll kanningar eiga í prinsippinum at geva eitt rætt úrslit av tí, at veljarin ikki seinni fær møguleika at broyta meining. Tó eru altíð onnur viðurskifti, ið eisini gera seg galdandi, og tí kann ein heldur ikki rokna við, at exit-poll kanningar raka púra beint.
Vanligt er, at kanningarstovnar brúka exit-poll kanningar til at prógva at mannagongdirnar eru rættar, tá ið kanningar verða gjørdar. Um exit-poll kanningarnar raka skeivt, fæst ein ábending um, at mannagongdirnar í sambandi við veljarakanningar og marknaðarkanningar yvirhøvur eiga at broytast. Val eru einastandi høvi hjá kanningarstovnum at kanna seg sjálvar fyri at vita, um úrslitini av meiningarkanningum og øðrum marknaðarkanningum eru á góðari leið.
Í alt 5 veljarakanningar vórðu gjørdar undan valinum (talva 1).

Løgtingsval varð útskrivað 5. des. 2003. Fyrsta veljarakanningin aftaná, at løgtingsval varð útskrivað, kom frá Gallup longu 16. des. Sum flestu veljarakanningar, ið annars vórðu gjørdar, síðani løgtingsvalið í 2002, vísti hendan kanningin risastóra framgongd til Sambandsflokkin. Á valinum í 2002 fekk Sambandsflokkurin 26,0% av atkvøðunum, nú stóð hann til at fáa 29,7% av atkvøðunum. Veljarakanningin í desember skuldi vísa seg at geva Sambandsflokkinum heili 6,0% meira, enn flokkurin fekk á sjálvum valinum 20/1. Tjóðveldisflokkurin stóð í desember til at fáa 19,4% av atkvøðunum ella 2,3% færri atkvøður, enn hann seinni fekk á valinum.
Veljarakanningin, sum Gallup kunngjørdi saman við Dimmalætting og SvF 15/10 vísti, at nú stóð Sambandsflokkurin bert til at fáa 27,0% av atkvøðunum - ein afturgongd uppá 2,5% í mun til kanningina hjá Gallup í desember. Tjóðveldisflokkurin sá út til at hava vunnið nakað av tí mista. Tjóðveldisflokkurin stóð nú til 20,2%, ein framgongd uppá 0,8% í mun til kanningina í desember.
Sama dag sum næsta kanningin hjá Gallup kom, 15/1, kunngjørdi Fynd eina veljarakanning. Henda kanningin gav Sambandsflokkinum nógv betur úrslit enn Gallup-kanningin. 29,0% í mun til tey 27,2%, sum Gallup-kanningin vísti. Kanningin hjá Fynd gav ongar ábendingar um, at valstríðið hjá Sambandsflokkinum kanska ikki hepnaðist nakað serligt - tvørtúrímóti gav kanningin eina framgongd uppá 0,5% í mun til kanningina, sum Fynd almannakunngjørdi 11/1.
Gallup kunngjørdi seinastu kanningina undan valinum 18/1 í útvarpinum. Av øllum kanningum, ið gjørdar vórðu undan valinum, var hetta tann, ið rakti nógv tættast við endaliga úrslitið. Samlaða frávikið í mun til endaliga úrslitið var 6,9% ella minni enn 1% í meðal fyri hvønn av teimum 7 flokkunum, sum stillaðu upp. Kanningin vísti samstundis, at afturgongdin hjá Sambandsflokkinum helt á - hann stóð nú til at fáa 26,1% av atkvøðunum, sum tó var 2,4% fleiri, enn flokkurin fekk á sjálvum valinum. Tjóðveldisflokkurin stóð nú til at fáa 22,2% av atkvøðunum - hetta var 0,5% fleiri, enn flokkurin fekk á valinum tveir dagar seinni.
Seinasta kanningin hjá Gallup rakti sera tætt fyri teir stóru flokkarnar, Sambandsflokkurin undantikin, sum framvegis stóð til at fáa eitt hampiligt val. Allarhelst hevur Sambandsflokkurin eisini mist atkvøður seinastu dagarnar í valstríðnum. Kanningin undirmetti teir tríggjar smáu flokkarnar. Møguliga hevur Sambandsflokkurin mist atkvøður til teir smáu seinastu dagarnar undan valinum. Annars er tann lutfallsliga størsti feilurin úrslitið hjá Sjálvstýrisflokkinum. Um gravað verður í tølunum hjá Gallup, so er tað serliga stóra framgongdin hjá Sjálvstýrisflokkinum í Suðurstreymi, sum kom óvæntað.
Um hugt verður í einum at teimum trimum Gallup-kanningunum, so vísti gongdin greitt, at Sambandsflokkurin kláraði seg ikki væl í valstríðnum og misti atkvøður, so hvørt sum valið nærkaðist. Tjóðveldisflokkurin hinvegin stóð seg væl og vann atkvøður í valstríðnum.
Tað er ikki óvanligt at taparin í einum vali gevur veljarakanningum skyldina. Veljarakanningar eru bert eitt av óteljandi inntrykkum, sum veljarin fær undir einum valstríði og sera ivasamt er hvørja ávirkan veljarakanningar hava á veljaran. Sjálvrannsakan hevði hóska seg betur, heldur enn at givið veljarakanningum skyldina fyri vánaligt val.