Ari Olsen hevur saman við liðfeløgunum í Vendsyssel FF megnað at vunnið 10 av 12 møguligum stigum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini í 2026.
Ari var við frá dystarbyrjan, tá Vendsyssel á útivølli vann 3-0 á Helsingør. Øll málini vóru skotin í fyrra hálvleiki. Lasse Steffensen, Magnus Munck og tann í Føroyum væl kendi Emil Grønn Pedersen skutu málini hjá Vendsyssel.
Vendsyssel er triðfremst í deildini við 37 stigum, sama stigatali sum Næstved á øðrum plássinum.
AB er greitt oddalið við 48 stigum. AB vann í kvøld 2-0 (2-0) í heimadystinum móti FC Roskilde. Hørður H. Askham slapp á vøllin fyri Roskilde ta seinastu løtuna.
Roskilde er nummar fýra í deildini við 35 stigum.
Skírisdag klokkan 12.30 spælir Vendsyssel dyst á útivølli móti VSK Aarhus. Sama dag klokkan 13 hevur Roskilde dyst á heimavølli móti Næstved.











