FSF skrivar:
- Manslandsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan venjingardystinum móti San Marino. Áðrenn venjingina fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran, Atla Gregersen
——————
Seinnapartin klokkan 14:00 fer føroyska A-landsliðið við monnum á vøllin til ársins fyrsta landsdyst, tá San Marino tekur ímóti í venjingardysti á San Marino Stadion.
Føroyski hópurin kom til San Marino seinnapartin mikudagin, og síðani hava tríggjar venjingar verið á skránni. Veðrið hevur argað eitt sindur, men annars hava fyrireikingarnar gingið væl.
Fríggjadagin varð vant á leikvøllinum, har dysturin verður spældur, og áðrenn venjingina fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran, Atla Gregersen, ið millum annað sigur, at í einum sovorðnum dysti er tað fyrst og fremst avrikið, sum er avgerandi, men tað skal eingin ivi vera um, at Føroyar fara eftir sigrinum.
HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna FSF-varpið hevði við Atla Gregersen:
##med2##











