Vendsyssel tapti aftur í kvøld

Føroyingafelagið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini hevur bert fingið tvey stig seinastu átta dystirnar

Føroyingafelagið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Vendsyssel FF hevur enn ikki vunnið ein dyst í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í hesum árinum.

 

Í teimum fyrstu átta dystunum hevur Vendsyssel FF bert fingið tvey stig, og í kvøld var aftur galið. Hesaferð á heimavølli ímóti AC Horsens, sum vann ein sannførandi 3-0 sigur, aftaná 2-0 leiðslu í steðginum.

 

Hallur Hansson og René Shaki Joensen byrjaðu báðir inni fyri Vendsyssel, men vóru báðir skiftir út í seinna hálvleiki. Hallur Hansson spældi áleyparan, Brandao til eina góða støðu, tá støðan var 0-0, men Brandao tók ikki av møguleikanum.

 

Vendsyssel FF er nú sjey stig frá einum uppflytingarplássi. Tá fyrra helvt var leikt sá tað gott út viðvíkjandi uppflyting, men nú sær tað alt annað enn ljóst út. Nógv verður gitt um venjarin, Ove Christensen fær sekkin nú. Sjálvur sigur Ove Christensen við lokala blaðið "Nordjyske", at hann hevur mist vónina at flyta upp í bestu fótbóltsdeildina.

 

Lyngby er á odda við 53 stigum, og AC Horsens er nummar tvey við 50 stigum. Silkeborg er nummar trý við 45 stigum, og Vejle er nummar fýra við 43 stigum. Vendsyssel er nummar seks við 38 stigum.

 

28. apríl hevur Vendsyssel FF heimadyst ímóti Silkeborg, og tá er talan um absolutt seinasta útkall, um liðið skal gera sær nakrar vónir um uppflyting til bestu donsku fótbóltsdeildina.