Venjaragreipan hjá Kyndli heldur fram

Andreas F. Hansen og Sophus Dal Christiansen fara eisini at standa á odda fyri Kyndils-kvinnunum komandi kappingarárið

 

Kyndil skrivar á heimasíðu sínari, at felagið hevur longt sáttmálan við Andreas F. Hansen og Sophus Dal Christiansen.

 

Teir báðir hava nú í tvey ár staðið á odda fyri kvinnuliðnum, sum hevur havt sera góð úrslit. Í fjør vann felagið fyri fyrstu ferð í felagssøguni greipuna í kvinnudeildini. Í ár taptu tær steypafinaluna, og tær eru partur av FM-finaluni.

 

Merkisvert er, at liðið mest sum einvíst er sett saman við lokalum spælarum, og fyri tað nógva er talan eisini um ungar spælarar við nógvum góðum hondbóltsárum fyri framman.