Venjari var uppsagdur mánadagin - fekk starvið aftur mikudagin

David Nicola upplivdi at vera uppsagdur og settur í starv aftur tveir dagar seinni

Nógvar løgnar søgur eru í fótbólti.

 

David Nicola fekk mánadagin sekkin sum høvuðsvenjari hjá italska liðnum, Salernatina. Dagin fyri hevði Salernatina tapt stórt 2-8 fyri Atalanta, og var tað dropin sum fekk bikarið hjá leiðsluni at flóta yvir.

 

Men leiðslan í Salernatina fann ongan kvalifiseraðan venjara, ið vildi taka við starvinum.

 

Nú vóru góð ráð dýr, og endin var, at leiðslan í Salernatina setti David Nicola í starvið aftur, bert tveir dagar eftir hann hevði sekkin sum høvuðsvenjari.