Verður vátt komandi dagarnar

Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland liggur nærum í stað og sendir fleiri brúgvaløg inn yvir Føroyar. Seinni í vikuni fer eitt nýtt lágtrýst á veg í ein norðan beint eystan fyri Føroyar.

 

Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og fyri tað mesta turt, men um kvøldið fer at regna. Týsnáttina verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, av útsynningi. Skýggjað og regn, men tað klárar í. Hitin alt samdøgrið millum 9 og 14 stig.

 

Týsdagin verður lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Sólglottar, men um náttina skýggjað og regn. Hitin millum 9 og 14 stig.

 

Mikudagin verður lot til andøvsgul av landsynningi og suðri, 3 til 8 m/s. Okkurt æl, men eisini sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 15 stig.

 

Hósdagin verður lot til andøvsgul av suðri og landsynningi og eystri, 3 til 8 m/s. Stundum regn ella ælaveður, men eisini sólglottar. Hitin millum 8 og 13 stig.

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, av norðri og útnyrðingi. Skýggjað og eitt skifti regn. Hitin um 10 stig.

 

Leygardagin verður  lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, seinni av vestri og útsynningi. Sólglottar og okkurt æl. Hitin millum 7 og 12 stig.

 

Veðurforsøgnin hjá norsku veðurstovuni Yr er at finna her.