VERKAFÓLK Í HAVN – SLÁIÐ RING

Havnin gerst alsamt dýrari at búleikast í. Matvørurnar eru hækkaðar nógv í prísi, og vit hava ikki somu atgongd til fisk og seyð sum á bygd. Haraftrat er ringt er at seta føtur undir egið borð í Havn, um ein ikki hevur arvað ella hevur eitt flott prógv frá útlandinum.

 

Her má vera pláss til okkum øll. Tí hvør skal lossa fiskin, um verkafólkið ikki er tilstaðar í Havnini? Hvør skal flyta konteinarar við matvørum? Hvør skal reingerða Landssjúkrahúsið og barnagarðar? Hvør skal koyra lastbilarnar við vøru til Bónus og Miklagarð? 

 

Vit minnast øll verkfallið fyrr í ár, og hvussu illa statt tað var   

 

Latið okkum fara til verka. Tjóðveldi vil lætta um hjá barnafamiljum við at veita frítíðarkort til børn og ung uppá 2000 kr. um árið. Hetta fer at lætta um gerandisdagin. Haraftrat skal útstykkjast munandi meiri í allari kommununi. Tað er bara ein máti at fáa prísin niður, og tað er at økja um mongdina av útstykkingum. Arbeiðsplássini mugu eisini varðveitast, og Tórshavnar Havn skal hava bestu treytir.  

 

Nú valdagurin nærkast er týdningarmikið, at verkafólk sláa ring um verkafólk og geva teimum álit. 

 

Vel verkamannin á Vaglið 

Vel Tjóðveldi.

Vel Ottar í Funningstovu