Í dag, 1. apríl, heldur Verkstaðurin Vón 25 ára føðingardag.
Tað verður hvørki við buldur ella brak at føðingardagurin verður hildin.
? Vit vilja fegin gera nakað fyri arbeiðsfólkunum á Verkstaðnum, og tey skulu merkja, at tað er teirra dagur, sigur nýggi leiðarin á Verkstaðnum Vón, Maud Wang Hansen.
? Arbeiðsfólkið er eisini við í fyrireikingunum. Tey eru við til at keypa inn og at matgera. Vit fara at eta og hugna okkum saman. Dagurin verður heilt øðrvísi enn ein dagur plagar at vera, sigur Maud.
Byrjaði í Losjuni
Sjálv er Maud heilt nýggj á Verkstaðnum Vón. Hon byrjaði sum leiðari 1. februar í ár, og kennir hon tí ikki so væl søguna hjá Verkstaðnum.
Men har eru onnur fólk, sum hava arbeitt á Verkstaðnum næstan síðan hann byrjaði. Ein teirra er Lena Rasmusen, sum er skrivari á Verkstaðnum. Hon hevur arbeitt har í 24 ár.
? Verkstaðurin byrjaði fyri júst 25 árum síðani, men tvey ár áðrenn, tvs. í 1971 varð byrjað við ymiskum ítrivi. Hildið varð til í Losjuni heilt fram til 1980, tá ið flutt varð út í bygningin á Argjum.
? Losjan varð normerað til 20 arbeiðsfólk. Tá ið vit fluttu út á Argir, vaks talið upp til 35.
Heilt fram til 1988, tá yvirtikið varð, var Verkstaðið Vón undir andveikraverndini hjá statinum. Nú er stovnurin undir Almanna- og Heilsustýrinum undir Føroya Landsstýri.
Verkstaðið Vón
og Virkni býtt í tvey
Á Verkstaðnum Vón eru í dag umleið 10 starvsfólk, meðan 35 arbeiðsfólk eru á stovninum.
Leiðarin á Verkstaðnum Vón hevur eisini verið leiðari á Virkni, sum er fyri tey, ið eru verri fyri. Virkni heldur til á Berjabrekku, og er tað normerað til 30 brúkarapláss..
Men frá í dag, 1. apríl, verða hesar báðar deildirnar skildar sundur og ein leiðari verður fyri hvørja deild. Maud Wang Hansen, ið tók yvir eftir Aimy Djurhuus, er leiðari fyri Verkstaðið Vón, meðan Mikkolina Norðberg er leiðari í Virkni.
Bílagt arbeiði
Á Verkstaðnum Vón er ein trædeild, ein seymideild og ein pappírsdeild.
? Tað mesta av arbeiðnum, sum verður gjørt er bíleggingararbeiði, sigur Maud.
? Fyri Landsverkfrøðingin gera arbeiðsfólkið til dømis ?prestar?, at seta upp við vegjaðaran. Spýggjubakkar verða gjørdir fyri Strandferðasluna, bjargingarvestar verða gjørdir fyri kappróðrafólk, og fyri aðrar stovnar verður eisini ymisk arbeiði gjørt.
Sera væl móttikin
Hóast Maud er nýggj á Verkstaðnum Vón, hevur hon í fleiri ár arbeitt við menningartarnaðum fólki. Hon er útbúgvin frítíðarpedagogur og hevur arbeitt innan fleiri økir - tó mest við børnum. Maud hevur verið í Danmark í 14 ár, og mestu tíðina hevur hon arbeitt í Esbjerg.
? Tað er eitt sindur trupult hjá mær at koma inn á Verkstaðið. Eg eri tann nýggjasta á Verkstaðnum, tað yngsta starvsfólkið, og so eri eg settur sum leiðari.
? Men eg má siga, at bæði starvsfólkini og arbeiðsfólkini hava tikið sera væl ímóti mær.
Í øllum aldri
? Verkstaðurin Vón er normeraður til 35 arbeiðs?fólk, men bíðirøðin er long at koma inn.
? Aldursmunurin er eisini stórur á teimum, sum arbeiða á Verkstaðnum. Tann elsti á er 76 ára gamal, og tann yngsti er 20 ár. Miðalaldurin liggur kanska um eini 40 ár.
? Tað er ikki nakað annað tilboð fyri tey eldru, og tí er heldur ikki pláss at taka nýggj inn, sigur Maud.
Í nýggja bygningin
í mai
Verkstaðið Vón heldur í dag til á Mykinesvegi í Havn. Eldur gjørdi enda á bygninginum á Argjum fyri tveimum árum síðan.
Nú er nýggjur bygningur bygdur á sama staði, og einaferð í mai mánað flytir Verkstaðurin út aftur á Argir.
? Ætlanin var, at vit skuldu flyta út aftur 1. apríl, men byggingin er eitt sindur seinkað, og flyta vit ikki fyrr enn einaferð í mai.
Onkur helt fyri, at Vón skuldu flyta inn flaggdagin, tvey?ársdagin fyri eldin, men tað heldur Maud ikki. ? Flaggið var tað einasta, sum vit fingu við okkum av Argjum. Annars mistu vit alt í eldinum. Tað var tí sum at byrja av nýggjum aftaná tann dag, hava hini starvsfólkini greitt mær frá, sigur Maud.
Nýggir møguleikar
Dvølt verður kortini ikki við tað, sum mist varð. Nú verður hugt frameftir! Bæði starvsfólk og arbeiðsfólk gleða seg at flyta inn í nýggja bygningin á Argjum.
? Nýggi bygningurin gevur eisini nýggjar møguleikar. Hann er innrættaður á ein annan hátt og umstøðurnar verða heilt øðrvísi.
Maud heldur eisini, at tað kann hugsast nýtt, tá ið farið verður út á Argir.
? Til dømis kann verða arbeitt meir í bólkum. Eitt nú kundu vit fingið ein eldrabólk. Eisini kundi verið gjørt meir við annað enn bara bíleggingararbeiðið. Eitt nú at planta og gera økið vakurt uttanum, sigur Maud Wang Hansen.
Gera
meir burturúr seinni
? Tá ið flutt verður inn í nýggja bygningin verður meir gjørt burturúr fyri almenninginum. Føðingardagin halda vit bara fyri arbeiðsfólkunum, sigur Maud Wang Hansen.