Í dag hevur Vestmanna kommuna eina vinaliga áheitan á fólk, sum parkera sínar bilar á ávísum vegastrekkjum, nú kavi liggur.
- Vit hava fingið áheitan frá bussførarum hjá Bygdaleiðum um at heita á fólk at ansa eftir, hvussu tey parkera – serliga, nú kavi er.
Í Vestmanna kommunu siga tey, at tað serliga er á Niðara Vegi – á Mørkini – at trupulleikar eru hjá bussinum at sleppa framvið parkeraðum bilum.
##med2##
- Hetta er ein vinalig áheitan á fólk um at ansa eftir, tá tey parkera.
Lagt verður aftrat, at um pláss ikki er til buss ella annað størri akfar at koyra framvið, verður heitt á fólk um at parkera aðrastaðni.












