Vestmanna fingið brandbil við stiga

Kommunan í Vestmanna hevur keypt brandbil við 30 metrar longum stiga til sløkkiliðið í bygdini Bilurin, sum er av merkinum Magirus Deutz, er keyptur frá sløkkiliðnum í danska býnum, Ikast.

? Bilurin er 25 ára gamal, men av tí at slíkir bilar eru undir neyvum eftirliti, er hann í tipptopp standi, sigur Fríðálvur Bláhamar, sløkkiliðsleiðari.

Tveir mans koma í næstum úr Danmark at læra sløkkliðsmennirnar í Vestmanna at handfara bilin.

? Tað er ikki bara í sambandi við eld, at brúk er fyri honum. Ætlanin er eisini at brúka hann í samband við ymisk arbeiði hjá kommununi, so hann kemur altso ikki at standa til pynt. Fyri fáum mánaðum síðani brendu eini hús í Vestmanna, har brúk hevði verið fyri slíkum bili, sigur sløkkiliðsleiðarin.

Bilurin kostar 180.000 krónur. Um sløkkiliðið skuldi keypt ein nýggjan brandbil av slíkum slagi, lá prísurin millum 2,5 og 3,0 mió. krónur.