Kvøldsetan, sum verður í auluni í Vestmanna skúla leygardagin býður upp á eina fjølbroytta skrá. Tað verður ikki bara ein konsert við kórinum, og tískil hava tey valt at kalla tað eina kvøldsetu.
Sjálvandi fer kórið at seta sín dám á, men har verður eisini solosangur, jubileumsrøða og myndir frá øllum hesum 25 kórárunum.
Jubileumsrøðuna fer Jaspur Olsen, ein av teim royndu bassunum í kórunum, og formaður eitt skifti, at halda.
Tað sum kórið fer at syngja, verður sjálvsagt merkt av at tónasmiðjurin Kári Bæk hevur verið kórleiðari hjá Vestmanna Sangkóri tað seinasta og longsta tíðarskeiðið. 4 av kórsatsunum hevur Kári gjørt. Teir eru "Lívligt er á bønum" (orð Mikkjal á Ryggi), "Lækjan" (orð Chr. Matras), "Kavin kom í morgun" (orð Martin Joensen) og "Jarðareygað" (orð T.N. Djurhuus). Aðrir sangir á skránni eru Land mítt har grasið, Vár við lýggjum vindi, Nú seta tey á teymarnar, Skip á Havnini, Tit sum í fjøru fóru, Kom drekkið vínreyða skál, Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt, teir báðar svensku Och jungfrun hun går i ringen og Så længe skutan kann gå, og so tann lettiski Put vejini.
Á kvøldsetuni verða so eisini kaffi og kakur afturvið. Øll eru hjartaliga vælkomin til kvøldsetuna.