Súni í Hjøllum á Toftum hevur gjøgnum árini havt fleiri bæði stórar og góðar veðrar. Soleiðis er árið í ár einki undantak. Men, so stóran veturgamlan veðr, sum hann hevur flett í heyst, hevur hann ongantíð flett áður.
- Vit flettu tríggjar veturgamlar veðrar leygardagin. Hesir vigaðu ávikavist 102, 118 og 129 pund. Eg havi ongantíð havt ein veðr áður, sum hevur vigað heili 129 pund, sigur Súni í Hjøllum.
Hann vísir á, at fyri trimum árum síðan vigaði ein veðrur hjá honum 127 pund.
Súni í Hjøllum sigur, at teir báðir størru veðrarnir, sum vórðu flettir leygardagin, vóru av trøðni hjá teimum í Hjøllum. Veðrurin, sum vigaði 102 pund, er av Eiði, og í fjør vigaði veðrurin av Eiði 121 pund.
- Ærin, sum hevur havt so nógv góð lomb seinastu árini, er frá beiggja mínum, Óla í Hjøllum, sum býr í Porkeri. Hetta er sera gott seyðaslag.
Heystið er ein bæði hugnalig og spennandi tíð hjá teimum, sum fáast við seyð - og ikki minni hjá teimum, sum hava bæði stórar og góðar veðrar.
- Tað er stuttligt, tá tað eydnast at fáa góðan seyð. Hetta kennist eins og verður ein løntur fyri stríðið, sigur Súni í Hjøllum, sum í ár hevur havt sín størsta veðr nakrantíð.
##med2##