Veturin hóttir fótbóltin

Stórur spenningur er um, hvussu tað verður við kava seinnapartin, tá ið fýra dystir eru á skránni

Annað umfar í fótbóltskappingini er á skránni hetta vikuskiftið. Fyrsti dysturin var í gjár, tá ið NSÍ við 5-1 heimasigri á EB/Streymi syrgdi fyri, at eingin av kappingarneytunum fer at røkka fyrsta plássinum eftir hetta umfarið.

Skráin sigur, at fýra dystir eru á skránni í dag. Spurningurin er, um tað fer at eydnast at fáa teir avgreiddar. Hann sigur frá eitt sindur av vindi, men vindurin fer ikki at verða orsøk til avlýsingar. Heldur er tað kavin, sum er lyklaspurningurin. Fjøllini eru hvít, og tað er eisini hvítt millum húsini. Hann sigur frá ælingum, og at tað verður hvítt uppií.

Týskvøldið spældu B36 og EB/Streymur í Gundadali. Undan dystarbyrjan tóktist ikki vera trupult at spæla á Tórsvølli, men eftir síðsta bríksl hildu spælararnir, at undirlagið var ov hált at spæla á.

Tað er upp til dómararnar at gera av, um tað ber til at spæla. Fyrsta treyt er, at strikurnar síggjast væl. Sólin hevur so mikið stóra kraft, at tá ið hon sær, er skjótt, at tað hvíta tapir.

Dystirnir í dag:

AB-TB: Alex Troleis kl. 14.00

ÍF-HB: Petur Reinert kl. 15.00

KÍ-FC Suðuroy: Eiler Rasmussen kl. 15.00

B36-Víkingur: Páll Augustinussen kl. 16.15

Í gjár

NSÍ-EB/Streymur 5-1 (1-1)

Dómari: Rúni Gaardbo

1-0: sjálvmál 18.

1-1: Rasmus Dan Sørensen 41.

2-1: Árni Frederiksberg 49.

3-1: Klæmint A. Olsen 50.

4-1: Klæmint A. Olsen 77.

5-1: Meinhard Egilsson Olsen 92.

NSÍ: Andras Gango – Johan Jacobsen, Per Langgaard, Monrad Holm Jacobsen, Pól Jóhannus Justinussen – Jens Joensen, Hákun Edmundsson (Haraldur R. Højgaard, 76.) – Jónhard Frederiksberg (Jonleif Højgaard, 76.), Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg (Meinhard E. Olsen, 67.)  – Klæmint A. Olsen

Gult kort: Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Hákun Edmundsson, Klæmint A. Olsen

EB/Streymur: Jákup Højgaard – Árni G. Olsen, Andras Olsen, Rógvi E. Nielsen, Jóhannes Hansen – Rasmus Dan Sørensen (Tonny Kruse, 82.), Arnar Dam, Brian Olsen (Rói H. Olsen, 59.) , Niels Pauli Danielsen – Jens Michael Jensen (Jan á Høgaryggi, 59.), Leif Niclasen

Gult kort: Jens Michael Jensen, Brian Olsen