Tríggir í dystir í 3. umfari í nýggju vetrarkappingini hjá Venjarafelagnum, VFF-Cup, hava verið í dag. Í Gundadali vann HB 3-1 á NSÍ, meðan Skála vann 4-2 á Argjum móti AB. Í Fuglafirði spældu ÍF og KÍ javnleik 1-1.
Málini hjá Adrian Justinussen kunnu sgígjast HER (Facebook)
Føroyameistarnir úr HB halda fram, har tær sleptu í fjør. Fyrst við at vinna 8-1 á ÍF og nú við at vinna greitt á kappingarneytunum úr NSÍ. Adrian Justinussen skoraði tvær ferðir upp á fríspark, meðan Ari Mohr Olsen skoraði triðja málið.
Afturgangandi fyri dystin var, at HB hevði tamarhald á støðuni. Seint í fyrra hálvleiki skoraði Adrian Justinussen, eftir at dómarin bríkslaði fyri óbeinleiðis frísparki. Í seinni hálvleiki var talan um beinleiðis fríspark, tá Adrian Justinussen gjørdi tað til 2-0.
Ari Mohr Olsen økti til 3-0, eftir at Pætur Petersen og Símun Samuelsen stóðu fyri góðum uppspæli. Móti endanum skiftu bæði liðini nógv. Tað endaði við, at at Klæmint A. Olsen minkaði um munin til 3-1.
Í Fuglafirði spældu ÍF og KÍ javnleik 1-1. Klar Løkin skoraði fyri ÍF, meðan Patrik Johannesen skoraði fyri KÍ. Skála vann 4-2 á Argjum, meðan dysturin millum TB og EB/Streym bleiv avlýstur vegna veður.
VFF-Cup 3. umfar:
Leygardagin:
HB – NSÍ 3-1
1-0 Adrian Justinussen
2-0 Adrian Justinussen
3-0 Ári M. Olsen
3-1 Klæmint A. Olsen
ÍF – KÍ 1-1
0-1 Patrik Johannesen
1-1 Karl Løkin
AB – Skála 2-4
1-0 Beinir Henriksen
1-1 Edvin Jakobsen
1-2 Søren B. Nielsen
2-2 Hans Jákup Arnfinnsson
2-3 Andreas Jakobsen
2-4 Niels Pauli Danielsen
EB/Streymur – TB Avlýstur
B36 - Víkingur 3-1
1-0 Brian Jakobsen
1-1 Heðin Hansen
2-1 Alex Mellemgaard
3-1 Andreas Thomsen