Við at kódna í religiøsum møsni

Her í Føroyum verður tað helst seinur dagur. Her eru vit við at kódna í religiøsum møsni. Og nú vit skulu fara at hátíðarhalda kristningina av Føroyum og hava boðið mentaðum gestum, royna tveir tríggir trongdskygdir bygdateologar at gera seg upp og seta fót fyri hátíðarhaldinum.

At trúgva er ikki at vita. Um tann mannin, sum fyri 2000 árum síðani ferðaðist um í Palæstina, vita vit lítið og einki. Vit gita, at hann hevur havt karismatiskar gávur, tí fólk flokkaðust um hann. Vit vita, at hann av rómverjum var dømdur harðastu revsing, eina revsing, sum bert uppreistrarmenn og burturrýmdir trælir fingu ? negldir á gálgatræ. At hann við sínum atfinningum var ein tornur í eygunum á prestastættini, farisearum og skriftlærdum, og at teir ikki forðaðu rómverska yvirvaldinum at grípa inn, tá hann umsíðir var handtikin, er skiljandi. At hann var uppreistrarmaður, er okkurt ið bendir á. Á Jesusar innreið upp til Jerusalem var hann fylgdur av stórari mannfjøld; tá sigur hann: Um onkur nú eigur tveir møttlar, tá selir hann annan og keypir sær svørð. Mannamúgvan hevur skilt, at hetta fór at fáa ein galnan enda ? rómverska yvirvaldið var ikki til at spæla við ? og hevur sloppið sær burtur. Í Gethsemana var eisini svørð á lofti. Eftir deyða Jesusar fóru søgur at ganga. Fólk fóru at tosa um, hvat var hent, at minna seg á, hvat hann hevði sagt. Ótrúligar frásagnir um undirgerðir, hann hevði framt, komu til. Á kirkjufundinum í Nikæa ár 325 varð Nýggja Testamenti redigerað seinastu ferð. Her var sumt av tí mest øra koyrt burturúr. Tíverri vóru Jóhannesar Opinberingar tiknar við, vóru tær koyrdar í bunkan við apokrýfum skriftum, var kristindómurin spardur fyri nógv høvuðbrýggj.

Hin kristna mentanin hevur sum grundarlag Gamla og Nýggja Testamenti og grikska heimspeki. Griksk heimspeki byggir á logikk, royndir og iva ? trúgv flytur eingi fjøll, men ivin; tað var ivin, sum fekk Kopernikusi at koppa allari sólarskipanini. Aðrir stjørnufrøðingar, sum skiltu, at hetta var rætt, fingu kærleika kirkjunnar at føla. Stóð ikki í Bíbliuni, at sólin reis og setti á fyrsta skapanardegi? Seinni er mynd av Giordano Bruno reist í Rom ? ein sein umbering.

Her í vesturheiminum er tað hin kristna mentanin, sum ræður, og hóast kirkjan sjálv altíð hevur verið afturhaldandi, so hava vit eina mentan á høgum stigi. Hugsið um tær prýðiligu katedralir (nú operahús) sum bygdir eru, tónlistaverk, myndlist, skaldskapur av ymsum slag og ta civilu tøkni. Henda mentan hevur einki við tann mannin at gera, sum fyri 2000 árum síðani ferðaðist í Palæstina. Eitt dømi er pávakirkjan; pávin er so heilagur, at hann verður borin í stóli. Eitt, ið eyðkennir mentan okkara, er gransking ? eitt forvitni, ein trá eftir at loysa tær náttúrinnar gátur, sum eru uttan um okkum. Tá Linné hevði flokka vøkstrirnar, var tað næsta at Darvin fór undir hinar skapningarnar. Í flokkin av súgdjórum kom menniskjan. At okkara nærmasti frændi er apan ? chimpansan ella gorillain ? fall mongum fyri bróstið. Hesa teori Darvins hava helst øll upplýst fólk góðtikið í dag, og tann vakra søgan um Edenhavan verður standandi sum ein partur av mentunnararvi okkara ? ein fitt søga fyri børn.

Gransking heldur áfram, vit vilja kunna okkum á øllum lívsins økjum. Um 1948 fór amerikanski vitinskapsmaðurin Dr. A. C. Kinsey undir at kortleggja kynsmynstrið hjá fólki. Fyrst hjá mannfólki, síðan eisini hjá konufólki. Hann sendi út 10.000 spurnarbløð, úrslitið var millum annað, at 5% av øllum amerikanskum monnum vóru samkyntir. Seinni kanningar av monnum í Europa hava víst eitt líknandi úrslit ? eingin synd ? eitt frábregði í náttúruni, sum upplýst fólk góðtekur eins og menningarlæruna hjá Darvini.

Her í Føroyum verður tað helst seinur dagur. Her eru vit við at kódna í religiøsum møsni. Og nú vit skulu fara at hátíðarhalda kristningina av Føroyum og hava boðið mentaðum gestum, royna tveir tríggir trongdskygdir bygdateologar at gera seg upp og seta fót fyri hátíðarhaldinum.


Janus Kamban  ysa truplar spurningar og vandamál, men vánaligt kjak ? klandur ? loysir ikki úr góðum.

Á síðu 4 í bóklinginum eru nevndar 5 ásanningar, sum fekk verandi samgongu »at seta kós móti føroyskum fullveldi«. Ein av hesum ásanningum er, at vantandi vit um og ávirkan á tað, sum hendir í okkara egna landi ? serliga í okkara fíggjarheim ?, var orsøkin til, at samfelagið fór so rúkandi á heysin, og at »kreppan fyrst í nítiárunum gjørdist so hørð«.

Álvaratos, er hetta ikki at undirmeta ta vitan og tey ráð og tær ávaringar, sum okkara politikarar í eini 35 ár hava fingið frá Búskaparráðnum og Det økonomiske råd? Og ársfrágreiðingarnar frá landsstýrinum/ ríkisumboðnum í eins nógv ár: Er eingin dygd í teimum?

Nei, tað sanna man vera, at tær mongu løgtingslógirnar ? kanska einar 80 í tali ? við ongum kunngerðum ella reglugerðum um landskassaveðhald, landskassaútlán og landskassastudning til skip og virki máaðu burtur støðið undir tí føroyska búskapinum. Tær drenaðu landskassan og kostaðu skattaborgarunum milliardaupphædd. Hesar løgtingslógir vórðu jú eisini settar úr gildi, meðan kreppan leikaði á av tí harðasta. Hetta og onnur eyðmýkjandi tiltøk er ætlandi triðja orsøkin til, at samgongan setti »kós móti føroyskum fullveldi«: »Vit ásannaðu, at føroyskir myndugleikar vórðu tiknir av ræði hesi árini«.

Ella vóru kanska aðrar orsøkir til, at kreppan »gjørdist so hørð«? Blokkurin?! Men hann kom ikki fyrr enn í 1988 við avtalu 9. mars 1987 millum landsstýrið og stjórnina. Undir punkt 4 í avtaluni er tilskilað, at »Færøernes hjemmestyre kan inden for rammerne af gældende lovgivning frit disponere over bloktilskuddene«.

Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvat ið teir báðir løgmaður og statsministarin løgdu í orðingina »inden for rammerne af gældende lovgivning«. Hugsaðu teir um lógirnar við relatión til tey fimm ministeriini, nevnd undir sama petti í avtaluni, ella hugsaðu teir bara um lóglýdni í vanligum týdningi?

Teir eru báðir enn í góðum árum.


Heri Mohr   



Fíggjarlógaruppskot fyri árið 1947.

Samandrigið.


1. DEILD


Inntøkur:

1. §. Skattur, tollur og onnur almenn gjøld6.400.000

2. §. Vinningur av rakstri ríkisstovnanna500.000

3. §. Inntøka av virðisbrøvum o.ø.50.000

????????

6.950.00

????????


II DEILD


Útreiðslur:

4. §. Hægsta stjórn landsins48.000

5. §. Løgtingið122.000

6. §. Stjórnmálarráðið402.000

7. §. Løgreglumál376.000

8. §. Dómsmál118.000

9. §. Lækna- og heilsumál1.203.000

10. §. Samgongumál1.382.000

11. §. Skúla- og mentamál1.353.000

12. §. Kirkjumál200.000

13. §. Vinnumál354.000

14. §. Sosial mál1.079.000

15. §. Ymiskar eftirlønir og studningar35.000

16. §. Til at taka278.000

?????????

6.950.000

?????????