Klaksvíkar býráð fer á fundi í kvøld at viðgera fíggjarætlanina fyri næsta ár.
Fíggjarnevndin væntar, at skattainntøkurnar næsta ár verða 148,5 mió. krónur, og at tað fer at kosta 102,6 mió. krónur.
Rentuútreiðslurnar eru settar til 7,5 mió. krónur, avdráttir til 5 mió. krónur, og eftir til íløgur eru so 33,4 mió. krónur.
Fíggjarnevndin tilskilar tó, at avsetingarnar til íløgur verða at viðgera serskilt seinni.