Við lærumeistarum ígjøgnum ódn og yvir kyksendi

Signar P. Heinesen

 

 

 

 

Herman Oskarson og fíggjarmálaráðharrin hava seinastu dagarnar kjakast nakað um tey átøk, sum politiska skipanin arbeiðir við í løtuni til tess at tálma avleiðingunum av heimsumfatandi fíggjarkreppuni.

Tey átøk, sum ítøkiliga spyrjast burturúr hava eftir míni meting so stóran týdning fyri tjóðina framyvir, at eg vil mæla øllum pørtum til at vanda sær bæði um orð og ikki minni um gerningar. Orsøkin er, at fíggjarkreppan bert er onnur og tann mest sjónliga kreppan, tjóðini er fyri. Tann strategiska kreppan er

væl truplari at síggja og tessvegna eisini truplari at samskifta um. Men hon er væl tann vandamiklara.

 

Strategi

Strategi er eitt hugtak, sum verður brúkt um tað, sum tilsamans er við til at flyta tilverugrundarlagið í dag til eitt enn burðardyggari tilverugrundarlag í morgin. Samanborið við næstu strategisku kappingarneytar okkara.

Strategi er samansetingin av teimum ætlanum, sum tilsamans eru við til at flyta okkara tilverugrundarlag frameftir. Ein ítøkilig strategi er tí ein samanseting av ítøkiligum verkætlanum, sum yvir fleiri ár og eftir fleiri rásum, tilsamans flyta so stóran part av okkara gerandisdegi, okkara hugburði og okkara samstarvsevnum, at vit kunnu siga, at tilverugrundarlagið er styrkt.

Strategisk kappingarstøða er eyðkend við evnunum at taka upp samstarv við frægastu leikarar á vøllinum.

 

Strategi og búskapur

Sum hugtakið búskapur vanliga verður brúkt, er tað rættiliga óheft av strategiska hugtakinum. Búskapur er umferðin í samfelagnum. Búskapur spyr ikki so nógv eftir, hvat vit brúka hesa umferð til. Hetta sæst týðuliga í kjakinum millum fíggjarmálaráðharran og Herman Oskarson. Hetta við nyttuni av tí brúktu krónuni verður nevnt í onkrum hjásetningi soleiðis hissini. Ikki tí, at tað er gloymt, men rætt og slætt tí yvirskipaða búskaparlæran (makro-búskapur) hevur annað høvuðsendamál.

Men rákið í búskapinum hevur ikki sørt við strategi at gera. Tí ein búskapur er ikki burðardyggur yvir longri áramál uttan strategiskt kjølfesti. Sagt eitt sindur øðrvísi. Vit kunnu læna og spæla á virðisbrævaskálanum í nøkur ár til tess at økja um umferðina, men tað rakar okkum aftur seinni, verður ikki orka sett av til framburð eisini.

Fyrr var vanligt í búskaparfrøðini at lýsa tað, vit leggja í framtíðina, við hugtakinum “íløga”. Hetta bar so dánt til og gav rímiligar metingar í eini tíð, tá ið íløgur í byggverk, maskinur og amboð vóru høvuðskeldur til framburð. Soleiðis er ikki longur. Íløguhugtakið er ov veikt til at lýsa veruleikan í einum vitanar- og samskiftisheimi.

 

Strategiska kappingarstøða Føroya

Næsti strategiski kappingarneyti føroyinga í dag er Danmark.

Vit kunnu brúka gongdina í lutfallinum millum framleiðsluna (BTÚ) fyri hvønn borgara í Danmark og í Føroyum at meta um strategisku gongdina.

Hóast onkur ár við risavøkstri í føroysku framleiðsluni, er gongdin í hesum ráki ein støðug minking við 3% fyri hvørt 4 ára skeið. Tað er hendan gongdin, sum skal venda á burðardyggum grundarlagi.

Tann strategiska kreppan, sum landið hevur ligið í nú eini tvey áratíggju, er djúpari í dag enn nakrantíð síðani seinna heimsbardaga.

Henda skeiva gongd kann lýsast við kyksendi. Strategiskum kyksendi. Orsøkin er tann, at tað hesi seinastu tvey áratíggjuni ikki hevur verið møguligt at byggja verkætlanir upp, sum hava strategisk eyðkenni í innihaldi og í tíðarkarmi, og at fáa tær til høldar.

Seinasta árið havi eg tó givið til kennar alment, at ábendinger eru um, at vit helst eru komin á botn. Er hendan metingin nøkunlunda røtt, er tíðin nú búgvin til at geva til kennar, hvussu vit kunnu vinna framá eisini strategiskt.

 

Víðsjón

Hóast vit í leiðslulæruni arbeiða við støði í gerandisdegnum í dag, kann tað vera ein fyrimunur í samskiftinum í almenna rúminum at arbeiða við støði í lýsingini av gerandisdegnum í morgin. Hvat vilja vit, at børn okkara skulu fáast við – kryvja upsa? Skera flak? At sita í Suðuroy ella á Sandoynni og avgreiða almennar uppgávur, sum eru fakliga loystar í øðrum londum?

Alt skal gerast og flestu okkara átaka okkum okkara part av tí, sum ikki er so stuttligt og so gevandi, men flestu okkara ynskja okkara kæru okkurt “meiningsfylt”. Meining er framtíð. Tað var tann tíð, tá tað var framtíð í at kryvja upsa. Tá var tað eisini eitt veruligt góðynski millum foreldur flest fyri børn teirra. Hóast fiskivinnan verður ein týðandi partur av føroyska búskapinum í fleiri ár afturat, eru menningarmøguleikarnir avmarkaðir. Framtíðin - tilverugrundarlagið í morgin – liggur onkra aðrastaðni.

Ein víðsjón fyri eitt heilt samfelag kann skerast til annaðhvørt eftir virkisøki – eisini nevnt “fokus-øki – ella eftir arbeiðshátti. Tey størru framkomnu londini leggja stóran dent á at veita eina breiða tænastu á flestu virkisøkjum og harafturat at byggja upp arbeiðshættir (eisini nevnt stovnar ella “institutiónir” á fremmandum máli). Lutafeløgini í Danmark er eitt gott dømi um tað seinna. Minni lond ella fátækari lond velja ofta at leggja høvuðsdentin á eitthvørt virkisøki. At skandinavar, og millum teirra eisini føroyingar, velja at fara til Turkalands at fáa sær heilsubót fyri veika sjón, er dømi um hetta.

 

Ein víðsjón í eygsjón

Við 50.000 fólkum og okkara egna máli og okkara egnu mentan og millum heimsins ríkastu lond hava vit einki annað land at samanbera okkum við í so máta. Vit noyðast at hugsa okkum til, hvat ber á mál og hvat ikki ber á mál. Vit noyðast at tora at standa fremst. Amboðið er læran um strategiska leiðslu.

 

Við støði í hesi læru er mín meting, at føroyska tjóðin hevur møguleika at velja eina víðsjón grundað á arbeiðshættir. Tað er lítið hugsandi, at føroyska tjóðin kann seta kós eftir nøkrum virkisøki av týdningi.

Vit skulu tí seta orð á arbeiðshættirnar. Vit skulu seta orð á, hvussu vit greina og taka samanum millum fakta, metingar, andsagnir og møguleikar. Vit skulu seta orð á, hvussu vit samstarva. Innanlands og uttanlands. Vit skulu seta orð á, hvussu vit gera royndir og hvussu vit handfara óvissur. Vit skulu seta orð á, hvussu vit menna hesar tríggjar arbeiðshættir. Harafturat skulu vit eisini seta orð á, hvussu vit seta orð á.

Fyri at fáa nøktandi breidd skulu vit vera virkin innan gransking, innan vinnulig átøk og á markamótinum millum vinnuligu átøkini og gransking. Hetta seinasta vísir seg kring allan heim at vera ein stak trupul uppgáva, har vit í Føroyum helst hava betri fortreytir at arbeiða enn nógv onnur.

 

Keynes og aðrir lærumeistarar

Vit kunnu helst skjótt vera samd við Herman Oskarson í tí, at tað almenna helst skal royna at halda so nógvum seglum sum møguligt, hóast fíggjarliga ódnin herjar. Vit kunnu helst eisini vera samd við fíggjarmálaráðharranum í tí, at allir partar í Føroyum á ein ella annan hátt skulu kenna seg sum part í uppgávuni at bera tjóðína framá. Sjálvur beri eg ongan ótta fyri, at vanligi borgarin vil átaka sær sín part av ábyrgdini, verður uppgávan skorin soleiðís til, at vit hóma eina framtíð. Hinvegin meti eg tað ikki vera so sjálvsagt, at føroyska tjóðin megnar at afturgjalda 2-4 mia. kr. í almennari skuld eftir eitt slíkt nos uppá 2-5 ár, verða ikki onnur stig tikin eisini. Hetta vegna strategisku kappingarstøðu Føroya.

Taka vit strategisku lærumeistararnar (serliga Henry Minzberg og Erik Johnsen) fyri fult, so skulu vit umframt búskaparstýringina, eisini fáa heilt øðrvísi tamarhald á gerandisdegnum í dag, skulu vit gera okkum vónir um at føra tjóðina ígjøgnum hesa ódnina og yvir hetta kyksendi.

Veruleikafjari dreymurin um fullkomnu heildarætlanina er størsta forðingin fyri burðardyggum framburði. Tá ið eitt ítøkiligt verk ikki verður viðmælt við orðunum, at okkurt annað helst er betur, sum um strategiskar verkætlanir eru so nógvar í tali, at har kann veljast og vrakast eftir vild.

Eg vil tí mæla ábyrgdarfólki staðiliga frá at royna at byggja eina “grand strategi” upp á kvamsvís við hissini íkastum, men heldur at leggja seg eftir, at dugna teimum ítøkiligu strategisku verkætlanunum.

 

Strategiskar verkætlanir

Fyri at ein verkætlan kann lýsast við heitinum “strategisk” krevst, at hon hevur nøkur eyðkenni. Hesi eyðkenni kunnu metast við støði í okkara gerandisdegi í dag og teirri framtið, sum vit halda okkum hóma í eini veruleikakendari víðsjón.

Fyri føroyska samfelagið í dag havi eg eitt boð uppá nøkur eyðkenni við verkætlanum, sum hava strategiskan áhuga:

1. hevur eitt føroyskt initiativ

2. setir kós ímóti einum altjóða áhuga

3. setir kós ímóti at gerast fremst í heiminum innan sítt (avmarkaða) øki

4. hevur eitt týðandi mát av læruprosessum bygt inn í verkætlanina (t.e. vit gerast væl klókari, hvørt verkætlanin hepnast ella ikki)

5. hevur eitt týðandi mát av samstarvi við útlendskar partar bygt inn í verkætlanina

6. fyri vinnuligar verkætlan, at hon stevnir ímóti einum rættiliga stórum avkasti

7. fyri granskingar verkætlan, at hon gevur eitt íkast í sambandinum við EU gransking (ella annað millumtjóða granskingarumhvørvi)

8. fyri verkætlan á markamótinum millum gransking og vinnu, at hon umframt eyðkennið omanfyri eisini at vit helst eru “lead partner”, stigtakari ella á annan hátt partur av “veruligu leiðsluni”, umframt at Føroyar gevur eitt serstakt íkast í verkætlanina

Støðan í Føroyum í dag er tann, at rættiliga nógvar verkætlanir, sum heilt ella partvíst hava omanfyri nevndu eyðkenni, eru í gerð. Hetta eru flestallar verkætlanir, sum í tí smáa hava verið í gerð í 3-10 ár fyri at røkka slíkum eyðkennum.

Allar hesar verkætlanir hava eitt umhvørvi, sum er í strategiskum kyksendi. Størsta avbjóðingin fyri hvørja einstaka verkætlan er tí, at ítøkiligu áhugamálini, sum skulu vera viðvirkandi til at røkka setninginum, eru trupul at fáa í talu.

Almennir og hálvalmennir stovnar, fíggjarstovnar og onnur skulu geva síni viðmæli, seta partapening í, veita tænastur, keypa, geva loyvi o.s.fr. Hvør einstakur stovnur hevur avmarkaðar ítøkiligar møguleikar (les vitan og førleika annars) at dugna verkætlanini. Tað kann tí vera møtimikið og krevja mót og manshjartað hjá tí starvsfólki ella leiðara, sum skal viðmæla ætlanini. Samstundis er tað í Føroyum í dag púra ómakaleyst og vandaleyst at mæla frá, ikki at geva loyvi ella enntá beinleiðis at leggja fótonglar út.

Umframt hesar avbjóðingarnar, skal hvør einstøk verkætlan við nevndu eyðkennum eisini átaka sær sín ríkiliga part av slatri, sleygi og bakbiti, sum hava so góð gróðrarlíkindi í strategiskum kyksendi.

 

Samanumtak

Politiska skipanin hevur eina stóra avbjóðing fyri framman. Eg vil mæla okkum, sum standa á síðulinjuni og geva okkara íkast, til at vanda okkum um orðini, og at vit ikki leggja ov stóran dent á ta ítøkiligu javnvág, sum einans tann politiska skipanin kann finna í praksis.

Høvuðsavbjóðingin er at finna loysnir, sum byrgja fyri avleiðingunum frá eini fíggjarligari flóðaldu, og sum samstundis eru við til at leggja lunnar undir eitt nýtt strategiskt fótafesti, har fiskivinnan ikki hevur høvuðsleiklutin í menningarmøguleikunum.

Keynes er helst millum stóru lærumeistararnar í búskaparfrøðini og kanska ein av teim frægu at lurta eftir í sambandi við fíggjarligu avbjóðingarnar. Minzbert og Johnsen eru millum stóru lærumeistararnar í strategiskari leiðslu, og eg vil mæla til at lurta væl eftir teimum í sambandi við strategisku avbjóðingarnar.

Dentur eigur at verða lagdur á tríggjar høvuðstættir:

a. Búskaparstýring fyri at halda hjólunum malandi

b. At fáa tamarhald á almennu funktiónunum

c. At vera viðvirkandi til at byggja upp strategiskar læruprosessir ígjøgnum tær ítøkiligu verkætlanir, sum longu eru settar í verk og tær, sum møguliga verða settar í verk í næstum