Anna Dalsgaard
Fimmarin hetta mikukvøldið, snúði seg um, hvørt vit kunnu gera nakað, fyri at fyribyrgja drepandi ferðsluvanlukkum framyvir. Óivað kveikt av sindarligu ferðsluvanlukkuni á Skálafjørðinum herfyri. Í hesum sambandi fari eg fyrst at nýta høvi til at vísa mína djúpastu samkenslu við teimum mongu avvarandi, ið sita eftir og hava mist ungar dreingir í besta ungdómsblóma so meiningsleyst.
Jón Kragesten, frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd harmaðist um, at hetta evnið oftast verður viðgjørt tá onkur vanlukka er hend. Eg skilti tað, sum hann hevði ynskt, at evnið javnan var á skránni í fjølmiðlunum og eri eg púra samd við honum í tí. Hetta er sjálvsagt eitt so viðkomandi evnið fyri allar føroyingar, at tað eigur at verða tikið fram, við jøvnum millumbilum, og ikki bert tá ólukkur eru hendar.
Nógvir pástandir vóru førdir fram í fimmaranum hendan mikudagin, um og hvør orðsøkin er til sindarligu ferðsluvanlukkurnar, sum tíverri hava kosta alt ov nógvum føroyingum lívið. Millum annað vildi onkur lurtari vera við, at nógv ungfólk eru, sum av einhvørjari orsøk, ofta ártúnaðarligari, ikki kunnu fara í dans og hugna sær saman við vinfólki har. Í staðin brúka tey bilin til at hugna og skemta sær í, og vanlukkur kunnu standast av hesum. Ivaleyst munnu tað vera mangir føroyingar, ið forargast inn á ein slíkan pástand, men hvat við at kanna eftir, um hald er í hesum. Hetta er bert eitt dømi um, hvussi kann farast fram í leitanini eftir eini ítøkiligari framferð, til fyribyrgjan av ferðsluvanlukkum. Nógvar gitingar, men einki ítøkiligt at tosa útfrá.
Eitt sum rann mær í huga, tá eg hoyrdi fimmaran hetta kvøldið var at geva hesum fartgreðingum ein racerbana, har koyrast kann, so at hesar teirra undirtryktu fart-driftir kunnu fáa útloysn. Men gjørdist tó skjótt sannførd um, at eg nú eisini var farin at gita, og at hetta helst ikki hevði nøkta tørvin. Eg vænti nevniliga, at tað snýr seg um aðrar tráðanir hjá hesum ungu monnunum eisini, og hesar tráðanir verða ikki mettaðar av at koyra hazzard á eini breyt, gjørd til tað sama. Soleiðis kunnu vit sita hvør í sínum lagi og gita, seta tiltøk í verk eftir gitingum og brúka orku og pening, uttan at nærkast kjarnuni í trupulleikanum. Tað verður handla alt ov nógv í blindum í hesum landinum.
Kanningar mugu gerast
Finnast tað nakrar ítøkiligar kanningar, sum vísa, hvønn tørv ungir bilførarar fáa uppfylt við at koyra vilt? Eg haldi meg vita, at so er ikki, og tí skal tað verða fyrsta stigið í leitingini eftir loysnum.
Hagtøl vísa, at vit hava við ungar menn í einum ávísum aldursbólki at gera. Út frá tí vitanini, kundu spurnaðar-bløð verðið send út til ein bólk av føroyskum dreingjum, so at hesin bólkur representerar allan føroyskan dreingja ungdóm. Í spurnaðar bløðunum, skal svarast uppá ja-nei spurningar um hví teir hava hug til at koyra skjótt. Út frá úrslitinum av kanningini, kann so arbeiðast víðari við relevantum tiltøkum, sum venda sær til røttu viðkomandi.Alt annað er spill av orku og vit koma ongan veg.
Bilurin ein heilag kúgv
Tað vísir seg annars ofta í kjakinum um ferðslulógar-brot, at straffirnir eru ov harðir og órímiligir. Eftir míni áskoðan, so er einasta mál, sum vísir seg at verða skilt til fullnar, er pengamál. Tvs. grov ferðslulógarbrot, sum td. at koyra 20-30 km/t yvir loyvda mark verður takserað til konfiskatión av bilinum. Tað merkist!
Virðing fyri bilinum og ferðsluni
At enda fari eg at heita á øll foreldur, sum ikki hava innarbeitt tað, at binda børnini í trygdarseðla, sum eina ótilvitaða rutinu, um at koma í gongd við tað sum skjótast. Fyri tað fyrsta er tað fyri at tryggja børnini nú og her, men sum síðuvinning, lærir barnið, at hava virðing fyri bilinum og tí at koyra í ferðsluni. Undanførslur, sum at barnið ikki vil ot. kunnu ikki brúkast til nakað og kunnu verða børnunum at bana.