Landingarmiðstøð Føroya,
Kristian Fr. Olsen
----
Fríggjadagin 9. apríl hevur Vilmund Jacobsen samrøðu við eigaran av Ågot, sum síðan er endurgivin í loftmiðlinum.
Sjálvandi veit ein og hvør, at tað rekur hart á hjá fiskivinnuni, bæði á sjógvi og landi og sama er hjá okkum. Eisini mugu vit tola at fáa okkurt høggið, tá vinnan er ”desperat”, og sjálvandi eiga skipini at hava eyguni opin fyri, um tað er lønsemi í og hyggja eftir alternativum. Men tá tú ein ávísan dag pilkar ein ávísan faktor út og kallar hetta “faktuellir” upplýsingar, tá er tað at fara ov lætt um.
Annað er so tað, at vit afturvendandi hoyra um landingarútreiðslurnar hjá okkum, og tá tú kannar hetta fyribrigdi nærri, er tað tí, at hetta eru einastu útgreinaðu upplýsingar, sum manningar kunnu fyrihaldað seg til.
Líka so skeivt tað er, at missir tú nógva línu ein túr og koyrir allar útreiðslurnar uppá henda túrin og sigur, at tað ber ikki til at fiska við línu, tí línuútreiðslurnar eru 40 %, líka so skeivt er tað at siga, at landingarútreiðslurnar hava skyldina av, at skipið fiskaði brosmu fyri lágan prís, meðan hýsuprísurin var góður - ella øvugt.
Tann faktuelli kostnaðurin til Landingarmiðstøð Føroya hendan túrin hjá Ågot fyri landing,klárgering, fíggja og útvega kassar, kassar umborð, skiljing við ísi, ísing og merking var - siger og skriver - 10,26% av veiðuvirðinum. Hetta er túrur við lágum søluprísi, men útreiðslurnar pr. kg eru tær somu.
Sama fríggjadag, sum greinin stóð í Sosialinum, landaði annað skip her í Klaksvík. Tað hevði eina útreiðslu uppá 5,15% av søluvirðinum. Tað hevði eisini verið skeivt av mær at brúkt hetta tal sum bevís uppá nakað sum helst.
Tey faktuelt røttu hagtølini hjá Ågot fyri hesar tænastur frá Landingarmiðstøð Føroya frá 1. mars 2008 og til endan av mars 2010 hava verið 5,47% av søluvirðinum, og tá má havast í huga, at her vóru fleiri tíðarskeið við sera lágum prísum.
Sjálvandi kunnu vit vera ójøvn á málið um, hvat tú fært fyri tænastuna, men eg veit, at míni fólk ikki standa aftan fyri nakran, bæði í dygd og arbeiðsemi, og at vit eftir førimuni royna okkara besta. Og um tað eru vit ella manningin, sum landar, so skulu teir hava løn fyri tað.
Vit brúka ein munandi part til avskrivingar av gjørdum íløgum. Og tær hava verið stórar. Eftir áhaldandi krøvum og trýsti frá einari samlaðari vinnu, blivu stórar íløgur gjørdar í bygningar, skiljiannlegg o.s.v , tí vit skuldu nøkta allan tørvin hjá vinnuni, umframt at ymsir myndugleikar settu heilt stór krøv til okkum og hetta kostaði nógv.
Síðani eru nøgdirnar minkaðar nógv, og ”landingarmiðstøðir” eru komnar upp sum hundaland.
So, tá gildið skal gjaldast, eru færri um tað, og tað ger mun.
Vanliga verður sagt, at kapping er sunn, men eg tori at pástanda, at kostnaðurin er farin upp og flestu aka á knøunum, tí íløgur eru gjørdar, og fleiri eru um at deila eina minkandi køku. Gjaldarin verður vinnan.
Fyri at taka saman um.
Er ætlanin at lýsa allar útreiðslupostar hjá einum slíkum skipi (allir = 100% + fígging), so haldi eg tað vera frálíkt, at livilíkindini verða lýst við øllum greiningum, og her meini eg øllum.
Og tit á Ågot. Tað er gott, tit hava eyguni við tykkum, men best er við eygnakontakt samstundis. Góðan byrð við tykkara royndum, og hjartaliga vælafturkomnir eina aðra ferð. Samstarvið hevur verið gott.