Viðmerkingar til lógaruppskotið um Barnsburðargrunn

Vit kunnu fegnast um, at hetta lógaruppskot er komið, har eisini pápin fær møguleika at fáa farloyvi við løn.

Carita Björklund

Formaður í Føroya Pedagogfelag



Tó kunnu vit harmast um, at lógaruppskotið leggur upp til, at pápin kann yvirtaka 10 vikur frá mammuni, tvs., at um pápin skal fáa hesi rættindi, skal mamman skerjast við teimum 10 vikunum.

Hevði lóggávan ístaðin latið pápanum 10 vikur umframt, so hevði lógin verið ein bati ístaðin fyri ein vansi fyri kvinnuna.

Hetta er ein sera álvarslig skerjing av longu vunnum rættindum hjá kvinnuni ? ikki minst við atlitið til bróstabarni.

Hóast lógaruppskotið tosar um løntakarin ? mann og kvinnu ? skulu vit í umrøðuni av lógaruppskotinum ikki gloyma, at taka barnið við.

Annars kann Føroya Pedagogfelag taka fult undir við grein hjá Finni Helmsdal, løgtingsmanni í Dimmalætting 25. januar 2001, har hann heldur, at hetta skuldi verið skylda arbeiðsgevarans at gjalda 0,5% í barnsburðargrunnin ? tá hevði arbeiðsgevarin í størri mun svara sínum skyldum og løntakarin fingið staðfest longu vunnin rættindi.