- Eg hevði fyri so vítt væntað, at Noreg fór at seta seg í samband við okkum aftur um nýggjar samráðingar, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Herfyri sendi norski fiskimálaráðharrin bræv til føroyska starvsbróðir sín um, at Noreg ynskir nýggjar samráðingar við Føroyar um sínámillum fiskirættindasáttmálan fyri 2011.
Á samráðingarfundi millum partarnar fyri nøkrum vikum síðan drógu norðmenn føroyska makrelfiskiskapin upp í spurningin um sínámillum fiskiveiðiavtaluna millum londini.
Hetta vildu føroysku samráðingarfólkini ikki góðtaka, tí makrelurin eftir okkara tykki er ein spurningur fyri seg.
Nú hevur Noreg so aftur vent sær til Føroyar um nýggjar samráðingar um áragomlu fiskiveiðiavtaluna milllum londini.
- Vit fara nú at taka upp samband við Noreg aftur, og vit fara at skjóta upp fundartíð og skrá, soleiðis sum norski fiskimálaráðharrin í brævi hevur biðið um.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann hevði væntað, at Noreg fór at venda sær aftur til Føroya, tí Noreg einaferð í summar meldaði út, at hóast teir tá høvdu sett bann fyri føroyskum makrellandingum í Noregi, ynsktu teir kortini semju um eina sínámillum fiskiveiðiavtalu millum londini.
- Tá søgdu norsk umboð, at føroyska makrelveiðan ikki skuldi ganga út yvir teir, sum eitt nú fiska í Barentshavinum. Vit hava soleiðis fingið nøkur signalir um, at Noreg ? hóast vit eru ósamd um makrelin ? kortini vil hava eina fiskiveiðiavtalu við Føroyar, leggur Jacob Vestergaard aftrat.
Sambært landsstýrismanninum fara føroysku umboðini á samráðingarfund við Noreg við opnum sinni - og ikki við ?baktankum? um, at Noreg kortini ikki vil gera eina fiskiveiðiavtalu.