List snýr seg ikki um, hvat listamaðurin sær, men um hvat hann megnar at fáa onnur at síggja, hevur onkur sagt. Ein eitt sindur tugd klisjé kanska, men tað er freistandi at koma í tankar um hana, tá tú hyggur at verkunum, sum nógv umstríddi listamaðurin Ole Wich sýnir fram í Leikalund í Klaksvík í løtuni. Fá listafólk her heima munnu so ítøkiliga hava gjørt tað til sítt eyðkenni at vísa okkum tað væl kenda og vanta á ein hátt, so tað tykist, sum tað er fyrstu ferð vit síggja tað.
Starblindi
Mest gjøgnumførda og eftir mínum tykki eisini mest væleydnaða royndin hjá listamanninum at fáa áskoðararn at síggja heldur enn at hyggja er myndarøðin Stæreblind. Tað forvitnisliga við hesum seks grafisku prentunum er, at tað gongur ein løta, áðrenn tú fært teg at trúgva, at hetta veruliga er okkara heimligi stari. Í løtum minnir hann mest um ein stríðshugaðan gamm, á øðrum myndum er umhvarvið mest at líkna við eina hábærsliga ørn. Tú undrast, hyggur einaferð afturat og byrjar at skilja listamannin, tá hann sigur, at so leingi vit bara síggja, tað vit vilja síggja, eru vit syrgiliga starblind
Ole Wich minnir í hesum viðfangi á, at øll okkara fatan av umheiminum er grundað á einfaldan eitt slag av yvirlivilsisstrategi hjá heilanum, so vit skjótt og lætt kunnu fanga, tað vit síggja. Tí síggja vit sum oftast bert eina einfalda svart/hvíta skuggamynd av einum lítlum fugli, tá vit síggja ein stara. Vit geva okkum ikki far um øll tey smáu frábrigdi í rørslum og flogi, sum vísa, nær hann er glaður, svangur, bangin, hevur hug at para seg ella hvat nú hoyrir einum staralívi til. Tað eru frábrigdi sum hesi, Ole Wich hevur roynt at síggja og avmynda, ein vetur hann gekk og fóðraði stararnar í havanum hjá grannanum, meðan hann tók myndir av teimum. Myndatólið hevur nevniliga tann eginleika fram um okkum menniskju, at tað ikki frammanundan hevur gjørt av, hvussu starin eigur ella plagar at síggja út. Víst kanst tú manipulera við myndatólinum, men í hesi røðini hevur listamaðurin brúkt tað sum eitt slag av triðja eyga, sum sær tað, vit annars ikki síggja.
Norðoyatunnilin inn í listina
Meðan Stærblind mest er at líkna við eina neyva skráseting av veruleiknum, sum hann sær út, er listarliga tilgongdin í verkinum Frá nót til alnót ein heilt onnur. Verkið er gjørt úr ymsum tilfari og sett saman av trimum myndum sum ein kollaga, ið ímyndar Klaksvík fyrr og nú. Fyrsta myndin er dimmlitt, har ein svørt nót er spent út yvir alla myndina. Ovast í vinstra horni er límað ein fliða. Hetta er neyvan av tilvild, um tú hugsar um, at nettupp fliður eru eyðkendar við ongantíð at flyta seg langt burtur frá sínum nærumhvørvi. Her er týðiliga talan um eitt umhvørvi, sum bæði mentalt og ítøkiliga er bundið at og av fiskanótini. Sjónarringurin er trongur, tó ikki trengri enn at framtíðin hómast í bláligu strálunum kring káma tunnilsmunnan og vantandi høgru síðurammu, sum leiðir inn í næstu mynd. Her er eisini hol komið á nótina og í staðin lýsir tunnilsmunnin nú upp í myndini sum ein ovurbjørt sól. Í holinum daga upp møguleikarnir og framtíðin, sum á triðju myndini hava fingið skap av einum globus. Nótin er ikki longur gjørd úr tráði, men er teknað kámt á myndina. Hennara leiklutur er minkaður í takt við, at ein onnur nót hevur tikið yvir, alnótin í skapi av eini ørgrynnu av leidningalíknandi tráðum, sum halda heiminum saman. Ella Klaksvík sum part av algerðini, tí samstundis ímyndar kollagan búmerkið hjá Klaksvík.
Modernaðar tíðir
Verkið Frá nót til alnót er gjørt til júst hesa framsýningina í Leikalund í Klaksvík. Nú hann skuldi sýna fram í Klaksvík, helt Ole Wich tað vera eyðsæð at royna seg við einum verki, sum á onkran hátt imyndar tað, sum so leingi mest sum hevur fylt alt í hugaheiminum hjá norðoyingum
- Tankin um fasta sambandið er jú bæði ræðandi og ómetaliga spennandi, so tað sigur seg sjálvt, at hann fyllir nógv. Sum stemningurin er beint nú, sært tú næstan fyri tær, hvussu flestu norðoyingar fara at hoppa og dansa í ovurkæti tann dagin, tunnilin letur upp. Men hvat so, tá ein tíð er frá liðin, og norðoyingar ikki longur eru vardir frá umheiminum? Fer holið tá at kennast sum ein hóttan ella fara fólk at duga at brúka nýggju møguleikarnar?, hugleiðir Ole Wich, sum ógvuliga hóskandi hevur hongt Frá nót til alnót upp við síðuna av lítlu kollaguni Modern Times, har ein modernað reyð plastikk klemma hevur kroyst seg um høvdið á eini gamaldags træklemmu. Tað er so ein máti at ímynda sær modernaðu tíðirnar - men reyðar plastikk klemmir kunnu jú, sum kunnugt, brúkast til so mangt. Tað veldst um eyguni, ið síggja ...
Framsýningin hjá Ole Wich í Leikalund verður at síggja allan februar mánað.